Politiska kumpassin: Koyr Javnaðarflokkin har piparið grør...

Fyri 25 árum síðani: Ymsar vóru meiningarnar um, hvør skuldi taka við landsins leiðslu fyri 25 árum síðani. Sosialurin vísir hendan dagin fyri júst 25 árum síðan, hvat ymsir »kjakskaparar« hildu, nú fimm dagar eftir løgtingsvalið 17. november í 1990, tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur.

 

Matematiska býtið í Løgtinginum vísti, at fyri aðru ferð í søguni kundu tveir flokkar manna landsstýrið: Arvafíggindarnir Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin. Javnaðarflokkurin við 10 tingfólkum, og Fólkaflokkurin við sjey. Hetta var eisini úrslitið. Frammanundna høvdu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin mannað landsstýrið, sum slitnaði í hálvum gekki.

 

Vint endurgeva »Politisku kumpassina« úr Sosialinum hendan dagin fyri júst 25 árum síðani – tann 22. november í 1990.

 

 

Veljarin hugsar ikki

»Dentur má leggjast á, at úrslitið ikki á nakran hátt er ein uppiborin sigur til Javnaðarflokkin – tvørturímóti. Var veljarin meiri at sær komin og hugsaði eitt lítið sindur, so var tann snildi og lúrni Javnaðarflokkurin sendur har, sum piparið grør«

Vilmund Jacobsen í oddagrein í 14. september 21. november 1990.

 

Endurnýgging í bakborð

»Ja, Tjóðveldisflokkurin er vorðin ov borgarligur. Hann hevur nærkast ov nógv Fólkaflokkinum í sínum politikki undir mínari leiðslu. Vit noyðast nú at umhugsa allan okkara politikk av nýggjum og endurnýggja flokkin. Henda endurnýgging má vera í vinstru síðu á flokkinum. Tjóveldisflokkurin má aftur gerast ein flokkur í vinstru síðu í føroyskum politikki«

Finnbogi Ísakson í samrøðu við 14. September 21. november 1990

 

»Nú iðri eg...«

»Nú iðri eg meg ógvuliga nógv um, at vit fóru í samgongu við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin... Takkarlønin var ein misálitisváttan og ein politiskur kjaftfiskur, sum eg ikki hevði droymt um«

Signar Hansen (á Brúnni, red.) í 14. September 21. november 1990

 

Ráfiskabýtið om igen

»Broytingarnar, vit hava framt í fiskivinnulóggávuni, vera uttan iva positivar broytingar, ið fara at bøta um okkara búskaparligu støðu ... Ráfiskabýtið skal endurskoðast«

Jógvan Sundstein í samrøðu við Dagblaðið 21. november 1990.

 

A-C býður báðum ímóti

»Mest sannlíka samgongan verður Javnaðar-Samband-Sjálvstýri við 19 tingmonnum ... Javnaður-Fólkaflokkurin við 17 tingmonnum er eisini ein matematiskur útvegur, hóast hann býður báðum flokkum nógv ímóti«

Óli Breckmann í Dagblaðnum 21. november í 1990

 

Frælslyntan politikk

»Uttan mun til samgonguúrslitið stendur fast, at rættlag fast ikki aftur á hetta samfelag uttan frælslyntan búskaparpolitikk, sum umfatar avtøku av tvungnu samansparingini og Samhaldsfasta, bruttoskatt, lækking av skattatrýsti á lønarlagið, lækking av lønartýsti á framleiðsluna, umframt stórar skerjingar á fíggjarlógini, so vit flyta pening og arbeiðsmegi úr almenna yvir í vinnuliga sektorin«

Óli Breckmann í Dagblaðnum 21. november 1990

 

Alt møguligt

»Møguleikarnri fyri at gera samgongu eru fleiri ... Her og nú taka vit ongan møguleika fram um ein annan. Vit fara heldur ikki at útiloka nakran møguleika«

Vilhelm Johannesen í oddagrein í Sosialinum 20. november 1990

 

 

»A og C? men...«

»Eg eri prinsipelt fyri eini tveyflokka-samgongu. Slík samgonga átti at verið betri arbeiðsfør, enn á fleiri flokkar samstarvast. Men harvið ikki sagt, at ein tveyflokkasamgonga millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin er nøkur sjálvfylgja. Als ikki«

Jógvan Sundstein í samrøðu við Dagblaðið 21. november 1990

 

Stramman búskaparpolitikki

»Strammi búskaparpolitikkurin verður at halda fram, líkamikið hvør myndar komandi samgongu, tí vit skulu helst hava yvirskot á fíggjarlógini longu í 1992, samstundis sum útlegg fyri veðhald og upphøggingarstuðul halda uppat«

Jógvan Sundstein í samrøðu við Dagblaðið 21. november 1990

 

Gjørdu Atla tænastu

»Eftir valið í 1988 gjørdu hinir flokkarnir Atla Dam ta tænastu, at teir sloppu honum undan ábyrgdini at sópa upp eftir tann ørskapspolitikk, ið hann – á odda fyri landsins stjórn – hevur ført upp gjøgnum sjeyti- og áttatiárini, har hann hevði økt munandi um tær almennu útreiðslurnar, og har hann fyrilitarleyst hevði oyst pening út í stundingi til framleiðsluna«

Zakarias Wang í samrøðu við 14. September 21. november 1990

 

Vinnufeløgini uppí

»Mannagongdin hjá farnu samgongu sigur greitt, hvussu ikki skal farast fram ... Tað er meira neyðugt enn nakrantíð, at komandi landsstýri tekur vinnufeløgini við upp á ráð. Hetta merkir aftur, at tað er neyðugt beinanvegin at broyta tær fiskivinnulógir, sum vórðu samtyktar í summar uttan nakra viðgerð«

Óli Jacobsen, FF, í lesarabrævið eftir valið

 

A og C studningsstuðlar

»Ein samgonga millum teir báðar tykist uppløgd, tí politiskt dyrka teir hvønn annan, og tað er eingin munur á teimum. Teir eru báðir heitir talsmenn fyri tí skilaleysa studningspolitikkinum, sum Tjóðveldisflokkurin royndi at steðga«

Signar Hansen (á Brúnni, red.) í 14. September 21. november 1990