Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at politiska tilgongdin við málinum um nýggju skattaskipanina, sum samgongan ætlar at seta í verk, er greitt tekin um, at føroyska samfelagið hevur ongan áhuga í akademikarum.
Tað segði hon á tingsins røðarapalli fyri løtu síðani.
Gunvør Balle vísti á, at tað verður í alt ov lítlan mun lurtað eftir serfrøðini, í hesum førum embætisfólk og Búskapar- og løgfrøðingafelagnum, sum hava sagt, at tað eru ov nógvar óvissur í uppskotinum um nýggju skattaskipanina.
- Tað er eingin orsøk at lokka akademikarnar aftur til Føroya, um eingin lurtar eftir teimum. Tað er eingin virðing fyri serfrøðini. Hetta er við til at kísta útbúgvin fólk av landinum, segði Gunvør Balle.