Føroyskir politikarar vístu í kreppuni í tíðarskeiðnum 1992-1995, at teir ikki megnaðu at leiða føroyska samfelagið úr kreppuni, sum tá var, sigur Reidar Nónfjall. Tí varð øll leiðsla, planlegging og stýring av búskapinum dikterað úr Danmark - við hjálp frá toppembætisfólkum úr donsku miðfyrisitingini og serfrøðingum frá IMF.
Føroyskir politikarar eru síðan tá onki broyttir - um nakað, er politiska dagsskráin eitt kaos. Mál sum Rúsan, grindadráp og ein røð av øðrum málum, sum ongi mørk flyta, fylla politisku dagsskránna uppá 3. og 5. ár. Legg til merkis, at tað ikki eru okkara politikarar, sum seta hesa dagskrá, men málini poppa upp frá ónøgdum tilvildarligum borgarum, felagskapum o.a. Tað er onki framsøgni í politiska arbeiðinum, men bíligt undirhald við persónjagstran og politiskum verjutalum.
Tað var tí ein lætti at hoyra donsku professionellu umboðini frá Fíggjarligum støðufesti skera út í papp, tað, sum skal gerast og serliga tað við fastari tíðarfreist. Hetta var gjørt við stórum neyvleika og beinrakt. Hetta var ikki ein hóttan móti kundum og føroya fólki ? men ein tryggleiki, at tað eru danir, sum seta út í kortið og ikki handlingslammaðir føroyskir politikarar, sum eru óálítandi og óútrokniligir.
Skal álitið setast á føroysku politisku skipanina, so er stórur vandi á ferð í hesum bankamálinum. Tí er tað sera umráðandi, at Fíggjarligt støðufesti fylgir málinum upp og ikki gevst fyrr enn øll eru vakna og hava gjørt tað, sum tey eru vald og sett til.
Tað, sum føroyskir politikarar bera fram av kritikki ímóti dønum í hesum bankamálinum hevur eittans endamál og tað er at skapa sær sjálvum atkvøður, sum livibreyðspolitikarar.