Politiska barometrið á Tvøroyri hækkar

Á Tvøroyri verður arbeitt við at savna allar flokkarnar á ein einstakan lista til býráðsvalið í næsta mánaði

Býráðsval

Tvøroyri: Politiska barometrið á Tvøroyri hækkar alsamt. Tað hevur altíð leikað ógvuliga hart á ímillum teir ymsu politisku flokkarnar á Tvøroyri og tað eru ikki so mong ár síðani at enntá javnaðarfólk gingu í tveimum bólkum og stillaðu upp til býráðsval á tveimum listum.
Tað stríðsmálið varð síðani lagt afturum og javanaðarfólk kundu aftur savnast á sama lista. Og til hetta býráðsvalið verður enntá arbeitt við at savna allar flokkarnar í Býráðnum á Tvøroyri á einum og sama lista.
Teir ymsu flokkarnir hava tosað saman um hetta og tað er ymiskt, hvussu móttøkan hevur verið.
Summir flokkar taka undir við tí, aðrir hava ikki tikið støðu og uppaftur aðrir eru meiri ivingarsamir.
Men málið er ikki slept og arbeitt verður víðari við tí.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, heldur tað at tað hevði verið tað einasta rætta at savnast um ein felags lista á Tvøroyri.
? Tað eru kommunumál, vit skulu arbeiða við og ikki landsmál og eg haldi, at vit áttu at kunna samst um at ført kommunupolitikk, uttan at blanda partapolitikk upp í, tí partapolitiskar ósemjur hoyra ikki heima í einum kommunustýri, heldur borgarstjórin.
Á seinasta býráðsvali vóru fýra listar: Ein javnaðarlisti, ein sambandslisti, ein uttanflokkalisti og ein samgongulisti við limum úr tjóðveldisflokkinum, fólkaflokkinum og miðflokkinum.
Tað eru sjey byráðslimir á Tvøroyri og tað kunnu í mesta lagi vera 11 valevni á einum lista. Verður talan um ein felagslista, verða tað sostatt í mesta lagi 11 valevni til býráðsvalið á Tvøroyri í næsta mánaði.