Arsenal hevur í dag boðað frá, at Henrikh Mkhitaryan ikki verður við til Europa League finaluna, sum verður í Baku í Aserbadjan í komandi viku. Orsøkin er, at Henrikh Mkhitaryan er armeni og politiski ófriðurin millum londini ger, at Arsenal ikki metir tað er fyri tað besta, at miðvallarin er við.
UEFA hevur annars boðað Arsenal frá, at felagið trygt kann hava Henrikh Mkhitaryan við á ferðini. Nú hevur Arsenal tó valt at lata armenska miðvallaran verða eftir, tá farið verður til Aserbadjan, har Arsenal skal spæla Europa League finaluna móti Chelsea. Orsøkin er millum annað, at trygdin verður so nógv herd, at tað verður mett at ávirka hópin.
##med2##
Tað hava eisini verið fleiri aðrar avbjóðingar í samband við finaluna, sum verður spæld á leikvøllinum, har Føroyar í fjør tapti 2-0 móti Aserbadjan í Nations League. Eitt nú fáa feløgini bara seks túsund atgongumerkir í part, hóast leikvøllurin tekur áleið 70 túsund fólk.
Ein av orsøkunum er, at flogsambandið og undirstøðukervið ikki klárar trýstið av so nógv ferðandi. Spurningurin er so hví UEFA hevur lagt Europa League finaluna í einum býi, sum ikki klárar trýstið?
Europa League finalan verður mikukvøldið 29. mai. Arsenal skal vinna fyri at luttaka í Champions League kappingini komandi kappingarár. Chelsea bleiv nummar trý í Premier League, og hevur tí tryggjað sær luttøku í Champions League til komandi kappingarár.