Politisk semja um minking í útláti

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sigur, at ein semja um minking í útláti er við at verða undir landi millum allar politisku flokkarnar í Føroyum, har Føroyar vilja skerja útlátið við 20% fram til ár 2020 – frá 2005 at rokna

Umhvørvi

Sum skilst á uttanríkisráðharranum, Jørgeni Niclasen, eru politisku flokkarnir í Føroyum við at verða undir landi við eini politiskari semju um útlát av veðurlagsgassum.
- Eg haldi, vit eiga at seta okkum mál, sum eru framsøkin og realistisk. Í kortunum liggur, sum landsstýrismaðurin tekur til, at ein politisk semja um føroyskt útlát.
Jørgen Niclasen sigur, at tað, sum miðjað verður eftir, er ein skerjing í føroyska útlátinum við 20% fram til 2020 – at rokna frá 2005.
- Eg haldi, at ein slík semja er við at verða undir landi millum allar politiskar flokkar í Føroyum, leggur hann aftrat.
Sum skilst, hevði Umhvørvisstovan, sum eisini hevur gjørt vart við seg í hesum máli, vilja sæð eina enn størri skerjing.
- Onnur lond vilja innføra kvotuskipanir fyri útlát av veðurlagsgassum, har ”dálking” kann keypast, men vit vilja heldur seta okkum realistisk mál.

Sjálvandi við
Landsstýrismaðurin vísir á, at tá tað er ”trendurin”, at heimurin skal dálka minni, eiga vit sjálvsagt at bera okkara part.
- Vit vita øll, at tann roykur, sum eitt nú kemur frá brenning av olju, dálkar. Eingin ivi kann vera um tað.
Jørgen Niclasen vísir á, at henda dálking eisini hevur eina fíggjarliga síðu.
- Av øllum innflutninginum, sum Føroyar høvdu í fjør, telir olja ein heilan fjórðing, og tað er ikki smávegis. Tí eiga vit sjálvsagt at royna at minka um oljunýtsluna og finna aðrar orkukeldur, sum bæði eru betri fyri umhvørvi og bíligari fyri okkum sum samfelag og fólk.
Landsstýrismaðurin endurgevur ein av partamonnum sínum fyri at hava sagt, at steinøldin helt ikki uppat, tí eingin steinur var eftir.
- Sama er við oljuni. Sjálvt um olja er eftir, eiga vit sjálvasagt at minka um nýtsluna, tá hetta bæði hevur týdning fyri umhvørvi og upp á longri sikt helst eisini fyri fíggjarligu umstøðurnar.
Jørgen vísir á, at málið hjá Føroyum eins og øðrum framkomnum londum í størri mun má vera at brúka av orkukeldum, sum antin eru varandi ella sum kunnu endurnýggja seg.
Hann sigur, at sum fiskivinnutjóð við lutfalsliga stórum fiskifota brúka Føroyar sjálvsagt nógva olju í mun til talið av íbúgvum.
- Føroyar fiska 11 tons av fiski fyri hvønn íbúgva, meðan Ísland, sum kemur á øðrum plássi í heimshøpi, fiskar 4 tons fyri hvønn íbúgva. Í ES-londum er talið bert 0,1 tons fyri hvønn íbúgva.
Jørgen Niclasen vísir á, at samstundis, sum Føroyar brúka nógva olju í vinnuligum høpi, eru vit eisini við til at tilføra heiminum nógvan mat úr havinum.