Johan Petersen
-------
Sjálvsstýris- og loysingarmenn hava ein veikleika fyri at manipulera við søguligum tilfaritil egnan fyrimuns. Setur tú spurnartekin við teirra søgufatan, blíva teir firtnir. Í svari avdúkar Hans Andr. Sølvará, at hansara søguskriving onki undantak er í so máta. Ja, hann ger enntá klassisku deyðssyndina, at meta søguligt tilfar út frá nútíðar viðurskiftum í staðin fyri, at meta søguna út frá síni samtíð
Í drúgvum svar til fyrispurning mín til Hans Andr. Sølvará, um hvussu hann sum søgufrøðingur kann leggja navn til løgtingssøguna, har hann í sera stóran mun viðger politiska virkisemið hjá Jóannesi Patursyni, meðan samtíðar- og mótstøðumaður hansara, Andras Samuelsen, nærum ikki verður nevndur, og hvar ið hansara fakligi stoltleiki sum søgufrøðingur er, nýtir HAS fyri ein stóran part politisk argument fyri at rættvísgera sína søguskriving.
Politiskt kannustoyparí
Ja, hann fer enntá so langt, at hann loyvir sær politiskt kannustoyparí, tá hann hugleiðir um, hvussu føroyska samfelagið hevði sæð út, um Sambandsflokkurin framvegis hevði ta undirtøku, sum hann hevði undan 2. heimsbardaga. Og hetta ger hann á ein hátt, sum vit kenna tað aftur frá loysingarpolitikarum.
Eisini tykist HAS at blíva firtin, tí eg skal hava lagt eftir honum persónliga. Men tað er sum so mangt annað, hann sigur meg hava skrivað, skeivt. Eg kenni ikki HAS og havi sett spurning mín til søgufrøðingin HAS og spurt eftir hansara fakliga stoltleika. Harí liggur onki persónligt.
Ikki løgtingssøga , men sjálvstýrissøga
Fari ikki í politiskt kjak við søgufrøðing, men skal tó takka honum fyri, at hann – hóast sera innballað - viðgongur, at hann hevur lagt dent á søguna hjá sjálvstýrisrørsluni, og at hansara bók ikki ber sum søguligt keldutilfar. Bert spell, at søguverkið ber heitið løgtingssøgan. Tað átti sjálvandi at itið sjálvstýrissøgan. Og gott, at eg bert í lítlan mun havi nýtt søguverk hansara sum keldutilfar, men mest løgtingstíðindi.
Klassiska deyðsyndin
Men sæð í søguligum ljósi er tað skelkandi, at søgufrøðingurin ger viðmerkingar, har hann ger klassisku deyðsyndina ikki at seta søguna í samtíðarperspektiv.
Hann tulkar úrslitið av fólkaatkvøðuni í ´46 sum sjálvstýris- ella loysingarmaður og sær burtur frá ógildigum atkvøðum. Á henda hátt fær hann – hokus pokus - so sum aðrir loysingarmenn fleirtal fyri loysing.
Hevði hann hugsað sum søgufrøðingur, hevði hann spurt seg sjálvan, hví heili 4 % av atkvøðunum vóru ógildugar. Vanliga liggur hetta tal undir eini hálvari promillu. Við fólkaatkvøðuna var talan sostatt um nærum 100 ferðir fleiri ógildugar atkvøður, enn vanligt. Hetta svarar til, at tað ikki bert vóru 18 atkvøður, sum vóru ógildugar við seinasta løgtingsval, tá Føroyar vóru eitt valdømi, men út við 1300! Og tað má hava eina orsøk.
Samtíðarorðaskifti stóra ávirkan
Og tað hevur tað eisini. Orðaskiftið undan fólkaatkvøðuni er sjálvandi orsøkin og harvið ”nei”-atkvøðurnar. Hetta vóru í hvussu so er ikki loysingaratkvøður, líka so lítið sum tær vóru atkvøður fyri stjórnaruppskotinum.
HAS hevur púra rætt, tá ið hann sigur, at tað ongastaðni í lógaruppskotinum, sum fólkaatkvøðan bygdi á, stóð, at tað kravdist eitt kvalifiserað fleirtal fyri loysing. Men tað stóð heldur ikki, at vanligt fleirtal var nokk. Har stóð snøgt sagt onki um, hvussu fólkaatkvøðan skuldi tulkast.
Men hevur tú virðing fyri søguni, so kannar tú eftir, hvørjar umstøður vóru galdandi tá. Og tá fært tú í hvussu so er at vita, hvussu samtíðarmenninir uppfataðu fólkaatkvøðuna. Og tað má alt annað líka vera rættari enn tað, sum HAS heldur í dag.
Føroyingar ynsktu ikki loysing
Tað framgongur týðiliga (ikki av ”sjálvstýrisløgtingssøgu” HAS´s, men av løgtingstíðindum), at bæði Andras Samuelsen og Thorstein Petersen uppfataðu fólkaatkvøðuna sum leiðbeinandi, og at Thorstein Petersen harafturat uppfataði tað so, at kvalifiserað fleirtal var neyðugt.
Tað kann tí ikki vera rætt, tá ið HAS og aðrir loysingarmenn halda, at reint formliga atkvøddu føringar fyri loysing, tá ið Andras Samuelsen og Thorstein Petersen ikki uppfataðu tað soleiðis undan atkvøðuni.
Tí var tað sjálvandi púra rætt, tá ið kongur sendi tingið til hús og nýval bleiv útskrivað. Og tað valið beindi burtur allan iva. Føroyingar ynsktu ikki loysing.