Norðurlandahúsið verður í annaðkvøld karmur um politiska ráðstevnu, sum Heini í Skorini skipar fyri. Áhugaverd nøvn fara at hava áhugaverdar fyrilestrar, og eftir hvørt umfar verður høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Skráin fyri fundin sær soleiðis út:
19.00 19.10. Vælkomin
Loysing ella samband?
19.10 19.25 Ronnie Thomassen: Tí er Danmark ein falskur tryggleiki
19.25 19.40 Rolf Guttesen: Tí skal ríkisfelagsskapurin varðveitast
19.40 19.55 Spurningar
Havnin ella útjaðarin?
19.55 20.10 Jóannes Jacobsen: Tí skulu Føroyar miðsavnast
20.10 20.25 Sámal Matras Kristiansen: Tí skal útjaðarin eisini mennast
20.25 20.40 Spurningar
20.40 21.00 STEÐGUR
Hvussu verður búskapurin endurreistur?
21.00 21.15 Johnny í Grótinum: Soleiðis skulu vit raðfesta í krepputíðum
21.15 21.30 Marita Rasmussen: Soleiðis endurreisa vit føroyska vinnulívið
21.30 21.45 Heri á Rógvi: Soleiðis verður heimsins dýrasta land bíligari at liva í
21.45 22.15 Spurningar
Luttakarar:
Ronnie Thomassen, cand.scient.adm. (samfelagsfrøðingur)
Rolf Guttesen, professari í geografi
Jóannes Jacobsen, Ph.D. í búskaparfrøði
Sámal Matras Kristiansen, cand.scient.soc. (samfelagsfrøðingur)
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur
Marita Rasmussen, MA. í fiskivinnu og Business Administration
Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur