Politisk og fíggjarlig loysing frá Danmark! Men hvør sleppur við?

Eyðun Mohr Viderø

------

 

Løgnar viðmerkingar um ynski frá Sandoynni um at fáa ein undirsjóartunnil millum Sandoy og Streymoy.

Skilji væl, at onnur uttan fyri hetta økið seta spurning um kostnaðin av hesi ætlan, men eg sakni teirra støðu til týdningin av hesi íløgu. Og serliga frá tjóðveldisfólki, ið seta álít sítt á einar "frælsar Føroyar", men bert fyri summi!

Samgongar hevur sum stavnhald at lækka fíggjarliga stuðulin úr Danmark við góðum 100 mió kr. um árið. Havi verið samdur um, at innspræning av fremmandum kapitali í búskapin, uttan tilsvarandi framleiðslu í samfelagnum, at hetta ørkymlar okkara búskap.

Nú skulu vit nýta kapital, eins og altíð. Men tá talan er um at nýta týðandi upphæddir til tunnil til Sandoynna fyri at gera hesa til ein ein part av Føroyum, nú verða øll segl reist ímóti, tí vit mugu gera íløgu í okkara sjúkrahúsverk v.m. sum hevur verið undirmett í øllum gulltíðunum, meðan tá ikki var talan um nakran tunnil!

Stríðið ferðast í samgonguni, tí Gerhard ikki hevur álit á "fundarrøðini" hjá samgonguni um ætlanina innanhýsis, meðan Páll væntar eitt gott úrslit fyri Sandoynna!

Fyri mær tykist endamálið greitt hjá Bjørt v.m., at neyðugt er at yvirliva hetta samgonguskeiðið, uttan at gera hesa íløgu, og tí skulu neyðloysnir og útsetingar avtalast, so leingi hetta gerst neyðugt!

Fyri okkum í Sandoynni og fyri okkara eftirkomarar er bert eitt at gera fyri at yvirliva her: Okkara tingmenn eiga ikki at góðtaka nakra politiska avtalu um sandoyartunnilin, uttan henda skal fremjast í hesum valskeiði við eini bindandi

avtalu!

Her stendur Gerhard fastur, men eg ivist í støðuni hjá tjóðveldismanninum!

Hví so ikki sleppa ætlanini um lækking av stuðlinum úr Danmark og koyra pengarenar í tunnilsgrunnin?

Eg havi orsøk til at vænta mær nakað av Tjóðveldisflokkinum, tá tað snýr seg um einar sjálvstýrandi Føroyar, men við núverandi støðu, so "svækkes min tro"!