Ein kanningarnevnd hjá stjórnini í Filipsoyggjunum er komin til ta niðurstøðu, at herurin hevur beint fyri fleiri hundrað vinstrasinnaðum fólkum tey seinastu seks árini. Nevndin sigur, at talan var um politisk morð, og at leiðslan í herinum eigur at standa til svars fyri illgerðirnar. Jose Melo, fyrrverandi hægstarættardómari, sum hevur staðið fyri kanningini, sigur við Reuters, at tað vóru smáar deildir hjá herinum, sum framdu morðini, og at summir av leiðarum teirra settu kikaran fyri tað blinda eygað.