Politisk metaltroyttheit í Tjóðveldi

Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi, ið virkar sum stuðulsflokkur hjá Enhedslisten í Danmark, undrast á, at ein sambandsmaður ikki rekur fullveldispolitikk í Fólkatinginum

Politiska metaltroyttheitin er av álvara farin at merkjast á Høgna Hoydal, fólkatingsmanni hjá Tjóðveldi.
Eitt ár fyri og annað eftir úti í politisku oyðimørkini kann slíta uppá sjálvt tann harðasta hálsin.
 
Hví rekur Sambandið ikki fullveldispolitikk?
Uttan úr oyðimørkini hoyrist stundum eitt ýl. Tað nýggjasta er, at Høgni Hoydal undrast á, at undirritaði ikki er ráðharri í Danmark og rekur fullveldispolitikk á Christiansborg.
Hann heldur, at fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum eigur at brúka sín sess til at krevja stjórnina eftir samráðingum um fullveldi.
Álvaratos. Nú man standa illa til í Tjóðveldinum.
 
Fullveldistrøini følnað
Øll vita, at heimsmyndin hjá misskiltum nationalistum í Føroyum er farin av lagi, eftir at íslendska fyrimyndin ikki longur kann brúkast sum prógv fyri, at fullveldistrøini vaksa heilt inn í himmalin.
Øll vita eisini, at tað pínir heilt inn á bein, at búskaparliga eksperimentið hjá Tjóðveldinum – at skerja blokkin og frysta hann – nú er um at taka grundarlagið undan vælferðini í Føroyum.
Men tað vardi meg kortini ikki, at misskiljingin røkkur heilt har til, at formaðurin í Tjóðveldi ímyndar sær, at fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum skal fremja loysingina fyri hann, nú alt annað miseyðnaðist.
 
Fornuftin vann
Grundleggjandi orsøkin til, at máttloysið nú dagar so sjónskt undan, er, at politiska projektið, sum skuldi kollrenna Ríkisfelagsskapin, er farið fyri bakka.
Tað er nevniliga ikki gangandi eftir vegnum, sum Tjóðveldi og Høgni Hoydal uppfunnu undan løgtingsvalinum fyri 14 árum síðani og nevndu “skipað loysing”.
Hesi 14 árini hava víst, at furnuftin vann. Føroyingar velja Ríkisfelagsskapin, samstarv og stabilitet fram um “skipaða loysing”.

Stuðulsflokkur hjá Enhedslisten
Lat meg stutt minna á, at í Fólkatinginum hevur Tjóðveldi sum strategi at standa uttanfyri og rópa heldur enn at samstarva innanfyri.
Tað er ikki strategiin hjá Sambandsflokkinum. Vit samstarva við teir partar, ið reka skilagóðan politikk. Tað gevur ávirkan.
Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi er óførur at finnast at. Sjálvur man hann tó ikki hava nógv at vísa á eftir øll árini á Christiansborg.
Tí tað vita tey flestu: at vera stuðulsflokkur hjá Enhedslisten gevur eitt stað millum lítið og onki.


Edmund Joensen
løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin