Hondbóltskappingin Golden League verður spæld í Danmark í hesum døgum, og eftir landsdystin ímillum Danmark og Noreg hóskvøldið er tað heldur merkisvert ein lýsing á gólvinum, ið hevur fingið størsta uppmerksemið.
Tað stundar til kommunuval í Danmark, og í hesum sambandi hevur Dansk Folkeparti valt at keypa lýsingar í Golden League-kappingini, har flokkurin hevur fingið eitt gott lýsingarpláss á gólvinum í báðum málunum.
Tað eru ikki øll, ið eru so fegin um hesa lýsingina, og í einum tíðindaskrivi, sum danska manslandsliðið hevur sent út, siga leikararnir taka frástøðu frá politiskum lýsingum, og at teir ikki ynskja at vera settir í samband við ávísar politiskar sannføringar.
Henrik Jacobsen, marknaðarleiðari hjá danska hondbóltssambandinum, vísir í samrøðu við TV2 Sport aftur, at politiskar lýsingar stríða ímóti nøkrum reglum hjá hondbóltssambandinum.
- Hetta eru mannagongdir, sum vit hava havt í nógv ár. Vit hava sæð slíkar lýsingar seinastu tríggjar valdystirnar, og tær hava eisini verið vístar í sambandi við aðrar dystir í sjónvarpinum. Hetta er ikki nakað, ið vit hava funnið upp á júst nú, sigur hann.
Hann sigur, at leikararnir kunnu taka frástøðu frá tí, sum teir hava hug til, men hann undirstrikar, at hesar lýsingarnar eru lógligar. Danmark spælir í løtuni ímóti Póllandi, og politisku lýsingarnar eru framvegis at síggja á gólvinum.