Politisk kreppa í javnaðarflokkinum

John Johannesen, formaður í tingbólki javnaðarfloksins, váttar, at politisk kreppa er í flokkinum, men fyrrapartin hósdagin visti hann lítið ítøkiligt, tí fundur skuldi vera í tingbólkinum á middegi, og samgongufundur klokkan 14:00, so hann helt talan vera um eina "vacum-støðu" innan fundirnar

John Johannesen, tingmaður, metir tað ikki vera ábyrgdarfult, tá Sandoyar Sýslu Javnðarfelag í dag sigur seg standa fult og heilt aftanfyri tingmannin úr Sandoynni, Gerhard Lognberg, eisini um hesin tekur stuðul sín til samgonguna aftur.

John Johannesen, fomaður í tingbólki javnaðarfoksins, váttar, at kreppa er í flokkinum.

Men hann sigur seg ikki kunna vera ítøkiligan,tá vit tosa við hann fyrrapart hósdag, tí á middegi skuldi fundur vera í tingbólki javnaðarfloksins, og samgongufundur klokkan 14:00, og innan hesar fundir var lítið at frætta.

Men John Johannesen váttar kreppuna í Javnaðarflokkinum, men hann helt hósdagin fyrrapart, at talan var um eina "vacum-støðu", har ongin veruliga visti nakað.

- Eg veit jú ikki enn, júst hvat Gerhard Lognberg fer at gera, leggur John Johannesen dent á.

Men um støðuna hjá Sandoyar Syslu Javnaðarfelag, ið fult út stuðlar Gerhardi Lognberg, um hesin tekur samgongustuðul sín aftur, heldur Johan Johannesen, at hetta er ikki ábyrgdarfult.

- Nú er tað fleiri ferðir lagt út, sum at tingbólkur javnaðarfloksins roynur at vera so óreinur mótvegis Sandoynni og Suðuroynni sum gjørligt. Hetta er als ikki veruleikin, men vit mugu tó taka neyðug atlit, sigur John Johannesen.

- Tað er ikki mítt borð at vita hvør er í samgongu, men eg vil vita hvussu nógvar atkvøður tingbólkurin kann koma við, sigur JohnJohannesen, ið ætlar at fáa tað greitt í fundi í tingbólkinum í dag, hósdag.