Politiserandi embætismenn

Oddagrein

Tað skerst ikki burtur, at vit í hesum valskeiðnum hava verið vitni til politiserandi embætismenn. Hetta eru vónandi eindømi ella bert eitt fátal, men eingin grund er at dylja fyri, at slíkt er komið fyri.

Í Hvítubókararbeiðnum luttóku ivalyst nógvar góðar kreftir, og kom ymiskt áhugavert fram. Fólk hava gjørt vart við, at sera lítið var gjørt við loysnir millum heimastýri og fullveldi innanfyri danska grundlóg, og at menn vóru ov bráir at avskriva henda møguleika. Eisini manglaði búskaparparturin eina greiða niðurstøðu, helst tí, at mongu búskaparfrøðingarnir høvdu ringt við at semjast.

At Búskapar- og Løgfrøðingafelagið nú trínir á pallin at verja leiklutin hjá embætisfólki generelt er alla æru vert, tí politiserandi embætismenn hoyra ivaleyst bert til undantøkini, men at teir als ikki skulu finnast er veruleikaflukt. Hvar var Búskapar og Løgfrøðingafelagið, tá Høgni Hoydal almannakunngjørdi fyri øllum Føroya fólki, hvat ein einstakur embætismaður skuldi hava í krónum og oyrum fyri at leggja fram fyri at sáa iva um útsøgnini hjá sama manni? Hesin embætismaður, ið sjálvur hevði skrivað partar av Hvítubók, hevði dittað sær at kritiserað mátan, ið búskaparparturin í Hvítubók bleiv framlagdur uppá. Tá var tøgn frá búskapar- og løgfrøðingafelagnum.

Eitt bræv varð sent til ST undirskrivað av einum embætismanni. Um so er, at hesin embætismaðurin, hvat er lítið hugsandi, gjørdi hetta av sínum eintingum, so eigur tað at fáa fylgjur. Um hann bleiv beinleiðis beordraður til at senda hetta bræv, so átti hann at gjørt avvarandi landstýrismanni greitt, at samskifti við ST formelt gongur gjøgnum danska uttanríkismálaráðið so leingi vit eru undir Heimastýrislógini. Um ein landstýrismaður sjálvur vil senda eitt slíkt bræv, so er tað pínligt, at ein embætismaður ger tað, er harafturímóti sera álvarsligt. Spurningurin er so eisini um, hvat politiskt trýst er lagt á embætismannin.

Eitt annað dømi um, at markið millum embætisverk og partapolitikk er útviskað er fullveldisheimasíðan hjá Landstýrinum. Tá einki navn stendur undir, má man ganga útfrá, at umsitingin stendur aftanfyri hesum sonevnda ?kunningartilfari?. Lat okkum hyggja at niðanfyristandandi dømi frá hesari heimasíðu, har embætisfólk hava svarað borgarum:

?Eru vit IKKI ein serstøk tjóð men bert ein flokkur av dønum, soleiðis sum danska stjórnin heldur uppá, so hava vit ongi rættindi yvirhøvur. So er hetta bert eitt innlendis danskt mál, og danska stjórnin kann gera júst sum hon vil? Eina aðra staðni stendur um avtalubrot: ?Higartil hevur danska stjórnin noktað at fylgt hesi avtalu, og ikki viljað samráðst um spurningin?

Eru hetta fakligar vurderingar? Var tað arbeiðið hjá einum fakmanni, ið fór til ST, ella var tað ein politisk manifestatión við einari embætisundirskrivt undir?