Jan Poulsen
__________
Ja, so sluppu nøkur tjóðveldisfólk aftur at tváa hendurnar av á onkrum øðrum. Hesaferð skuldi tað so vera Margretha Drotning sum skuldi standa fyri tjóðveldisbombardimentinum.
Nú fingu teir tað til, at Drotningin hevði lagt seg út í føroyskan politikk, tí hon sum ikki nakað skeivt er, umrøddi eina lóg sum varð samtykt við stórum meiriluta á Føroya Løgtingi og í Fólkatinginum. Teir sum atkvøddu fyri tí, umboða uml. 75 % av føroyska fólkinum.
So situr man og hugsar, hvat er tað sum feilar tjólveldisfólki. Jú, kann bara koma til eina niðurstøði, teir eru fullir av undirlutakenslum. Teir virða ikki sjónarmiðini hjá einum øðrum, og so "dyrka"/elska teir klandur. Hygg bert eftir, tá teir sótu við landsins leiðslu, kríggj hvønn einasta dag, um líkt og ólíkt. Nú hava teir so sitið í andstøðu, og hava grenjað og grenjað hvønn einasta dag, um alt millum himmal og jørð, bara tí at teir ikki sleppa at ráa, hvussu leikur skal fara fram. Minnist væl, tá filmurin Føroyar.dk varð vístur í sjónvarpi, hvussu formaður Tjóðveldisflokksins sat við lúna/gron, tí hann ikki fekk sín vilja. Minnir meg akkurat um ein lítlan smádrong sum ikki fær sín vilja, og setur seg við lúna/gron í ein krók at gráta.
Nú hevur so Drotningin við húski verið og vitja Føroyar, og jú, aftur hesaferð sluppu teir eisini at "stjala", meginpartin av fjølmiðlaumrøðunum, sum vóru í hesum sambandi.
Fyrst Høgni Hoydal, sum legði seg út í røðuna sum Drotningin helt í Norðurlandahúsinum, og segði at hon var politisk,og at hann ikki luttók meira í nøkrum viðvíkjandi drotningavitjanini. Tað sum var eftir hjá Høgna Hoydal, at fara til, var ein døgurði umborð á Dannabrog, og so spyr man, mundi drotningin leggja nakað í um Høgni Hoydal ikki kom við? Eg hevði í hvussu so er ikki lagt nakað í tað. Í øllum førum, sluppu tey undan klandri tað tíðina.
Síðan Finnur Helmsdal, sum eisini skuldi leggja seg út í sama evni, og so til seinast, borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, sum ikki vildi nýta flaggið hjá Drotningin á sínum bili, sum hann hevði bjóðað fram at koyra hana við.
Fyri tað fyrsta so er Drotningin drotning fyri alt ríkið, Føroyar, Danmark og Grønland, og hetta faktum sleppa heldur ikki tjóðveldisfólk undan at viðurkenna, sjálvt um tey sum tað sær út, halda nakað annað og ikki vilja viðurkenna tað. Og tað at Drotningin tosar um eina lóg sum er samtykt millum Føroyar og Danmark, er ikki tað sama sum um tann Svenski kongurin leggur seg upp donsku útlendingalógina, av tí sera einfaldu orsøk, at Drotningin sum nevnt er drotning fyri alt ríkið, Føroyar, Danmark og Grønland, meðan tann svenski kongurin, einki sum helst hevur við donsk viðurskifti at gera.
Var eisini gott at síggja øll løgtingsfólkini sum til dagin høvdu latið seg í vøkur klæðir til at heilsa upp á tey kongaligu. Men har var onkur løgtingspersónur, sum hevði latið seg í, sum um viðkomandi skuldi út at fóðra heimaseyðin, og ikki heilsa upp á tey kongaligu. Veit væl, at ein sjálvur avger, hvat ein gongur í, men tá man er valdur at umboða Føroya Fólk, so hevur ein "plikt" til at lata seg ordiliga í.
Um eg var ein av fyriskiparunum fyri hesi vitjan, so skuldi eg biðið Páll á Reynatúgvu um at parkerað bil sín inni í bílhúsinum aftur og fingið ein annan bil at koyrt drotningina í, við fløggum á. Mær lystir at vita, hvussu Páll á Reynatúgvu hevði gjørt, um eittnú tann íslendski forsetin kom á vitjan. Nei, tá skuldi hann nokk flagga við tí íslendska flagginum.
Skal ikki leggja meg út í hvat tíðindafólk tosa ella skriva um, men tað var undrunnarvert og skammiligt at síggja og hoyra tann eina tíðindamannin í SVF, sum bleiv við at spyrja um tað sama upp í samanaftur, nevniliga røðuna hjá drotningini í Norðurlandahúsinum, sjálvt um Drotningin hevði svarað spurninginum einaferð. Haldi tað vera undrunnarvert, at hesin tíðindamaður - sýntist sum um hann var sendur av einum ella øðrum til bert at spyrja um hetta evni - tímdi at gera so nógv við hetta evni, tá tað bert eru nøkur heilt fá fólk í Føroyum, sum hava fingið illt í eitt visst stað av tí.
Haldi at hetta sigur eitt sindur um, hvussu tjóðveldisfólk, nøkur av teimum, gera/eru. Men eitt er at hava ein politiskan lit ella hugsjón, eitt annað er at duga sær hógv og fólkaskikk.