Eg trúgvi, at flest øll fara uppí politikk, tí tey vilja gera nakad gott fyri land og fólk. Og vera tey vald, so er orsøkin helst hon, at veljarin vil hava viðkomandi at umboða seg og síni.
Men onki heiðursmerki uttan eina baksíðu. Baksíðan á politikkinum er ikki altíð so pen. Nógvar eru søgurnar, slaturin og øvundsjúkan. Onkuntíð passa søgurnar; men onkuntíð (ofta) passa søgurnar ikki. Tað, at mótarbeiða einum persóni, krevur nógva orku. Um hendan orkan hevði verið brúkt til at arbeiða saman um felagsloysnir, so ivist eg ikki í, at vit høvdu fingið eitt nógv betur úrslit. Men tað vísir seg, at fær man ikki bóltin, so fer man eftir manninum.
Hugsið tykkum eina vinnuliga fyritøku har øll mótarbeiða hvørjum ørðum ? hvussu hevði framtíðin sæð út hjá henni?
Nú skal hetta lesarabrævið ikki vera ein roynd at vaska hendur, undirritaði man hava verið líka ringur til at brúka somu amboð sum restin.
Tað virkar, sum hava vit ilt við at unna hvørjum øðrum eitt sindur av viðgangi. Fær ein ov nógvan vind í seglini ? so skal onkur nokk minna viðkomandi á, at vindurin nokk skal taka av ? heldur fyrr enn seinni.
Men eg vildi ynskt, at tað ikki var soleiðis ? eg vildi ynskt, at vit føroyingar lærdu at virða hvønn annan, eins og vit sjálvi ynskja at vera vird. Ein verður ikki størri av, at annar verður minni.
Hesi orðini eru bert ætlaði sum eitt hjartasuff - eitt hjartasuff við vón um at vit føroyingar einaferð læra at taka okkum væl av hvørjum ørðum, og ikki altíð royna at leggja eftir tí veika ella minni positiva hjá mótpartinum.
Vónandi hava vit anno 2002 valt eitt Løgting, har tað verður farið eftir bóltinum ? heldur enn manninum. Tað vildi í síðsta enda gagnað bæði fólki og landi.