Jóannes Eidesgaard, løgmaður
???????????????????????????
Eg takki hjartaliga fyri tann stóra heiður og tað stóra álit, sum mær er vístur í dag, nú løgtingið hevur valt meg til Føroya løgmann.
Olof Palme, sáli segði nógv gott og hugvekjandi um politikk. Umframt at siga kendu orðini, at politikkur var at vilja, so segði hann eisini: "Politikkur merkir, at vit finna saman til tess at loysa felags uppgávur. Politikkur merkir, at vit seta okkum mál fyri samfelagsgongdina. Hesi mál skulu fevna um eitt gott samfelag, sum vit skulu byggja í felag" .
Hesi orð Palmes runnu mær í huga, nú tað eydnaðist Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum at finna eina breiða semju um eitt gott og mennandi samgongugrundarlag.
Orðini hjá Palme eru í grundini sera einføld orð. Ikki serstakliga høgtflúgvandi, men tey eru so sonn, sum tey eru søgd, og tey lýsa sera rámandi støðuna í okkara samfelag.
Vit standa við eitt vegamót í føroyskum politikki og í føroyskari samfelagsmenning, har tað er avgerandi neyðugt, at vit í breiðari semju seta okkum nøkur nýggj mál, sum skulu leiða til eitt uppaftur betri samfelag.
Henda støða krevur, at vit á breiðum støði finna eina semju um, hvar vit standa í løtuni, hvørjir teir stóru spurningarnir eru, og hvussu vit herfrá koma víðari til tað góða samfelagið, sum vit øll innast inni ynskja fyri okkum sjálvi og fyri okkara eftirkomarar.
Vit hava í okkara samgonguskjali roynt at lýsa og greina teir týdningarmestu spurningarnar, vit hava roynt at eyðmerkt trupulleikarnar, og vit eru samd um, hvussu vit loysa teir. Tað verður eingin lættur róður, men vit skulu so rógva hann, og vón mín er, at áralagið verður gott, og at semjan innanborðað verður góð.
Vit hava, hvør flokkur út frá sínum hugsjónarliga støði, sett okkum nøkur mál. Vit hava í samgongu-skjalinum greitt frá, hvussu vit ætla at sameina hesi mál, og hvussu vit ætla at røkka hesum málum. Nøkur av hesum málum snúgva seg um ein betri gerandisdag fyri øll í Føroyum - onnur snúgva seg um eina breiða tjóðskaparliga semju um sjálvstýrisspurningin og viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Uppaftur onnur mál fevna um búskap, vinnulív, útbúgving og mentan, ábyrgd fyri umhvørvi og einum umheimi, har neyðin nógvastaðni er gerandiskostur.
Tað sigst, at Palme royndi at finna tann gylta millumvegin millum utopiina og gerandisdagin. Hetta man vera galdandi fyri okkum øll - vit mugu seta okkum høg og bjørt mál, men vit eiga samstundis at ansa eftir, at vit við okkara politiska virksemi ongantíð gloyma, at gerandisdagurin hjá fólki er tað týdningarmesta í politikki.
Allir partar hava í samgongusamráðingunum sýnt ein sterkan vilja til at finna saman um at loysa nakrar felags uppgávur og felags mál, sum eru av alstórum týdningi fyri tjóðina. Í hesum sambandi vil eg takka øllum teimum, sum beinleiðis luttóku í sjálvum samráðingunum og teimum, sum vóru rundanum.
Eg loyvi mær at halda, at loysnirnar eru bæði haldgóðar og skilagóðar. Hesar loysnir eru sjálvsagt merktar av, at teir tríggir samgonguflokkarnir standa hugmyndaliga langt frá hvørjum øðrum, eins og teira hava ymiskar áskoðanir á búskaparligu skipanina. Hetta nýtist ikki at gerast ein forðing - tvørturímóti. Men henda støðu setir krøv til sínamillum virðing og krevur ein støðugan semjusøkjandi politikk. Samráðingarnar hava víst, at flokkarnir megna hetta, og eru tí allar grundir til at hava bjartar vónir um hesa samgongu, sum vónandi kann borga fyri stabiliteti, arbeiðssemi og arbeiðsfriði.
Gaman í, eru hetta tríggir ymiskir flokkar, sum á fyrsta sinni skipa samgongu, men eg síggi ljóst upp á tað, sum bíðar okkum. Fyri at brúka eina mynd, sum trælborni Booker T Washington, ið stríddist fyri útbúgving til tey littu í USA fyrst í seinastu øld, brúkti: "Vit kunnu vera so eyðsýnliga atskildir sum fingrarnir, men ein sum hondin í øllum lutum, sum eru alneyðugir fyri felags framstig".
Nú leggja vit so til brots við lutvíst nýggjari manning og lutvíst nýggjum hugsjónarligum førningi umborð. Hetta merkir ikki, at øll mál og mið hjá undanfarnu bátsmanning eru blakað fyri borð. Nógv gott varð sett í verk av undanfarnu samgongu, og vit fara sjálvsagt at varðveita nógvar av teimum lunnum, sum tá vórðu lagdir. Eg vil í hesum sambandi bjóða andstøðuni við til at loysa teir stóru samfelagsspurningarnar, sum skulu loysast í hesum valskeiði.
Tann góði bátsfomaðurin ráðleggur við bátsmanningina, áðrenn hann leggur á fjørðin. Vil hann sær og síni manning væl, so boðar hann eisini hinum bátinum frá, hvussu hann ætlar at sigla og lurtar væl og virðiliga eftir báðum manningum, áðrenn hann setir seg aftur í rong at stýra. Tað er neyðugt, tí á ferðini, sum vit nú byrja, skal siglast í øllum veðri.
Takk fyri og Harrans signing yvir land og fólk!