Politikkari vil steðga Peter Lundin

Peter Skaarup, sum er formaður fyri rættarnevndina hjá Fólkatinginum, vil hava løgmálaráðharran at steðga villu lívsførsluni Peter Lundin, sum situr í fongsul fyri lívstíð. Peter Lundin er nú komin á politiska breddan í Danmark. Peter Skaarup, sum er formaður fyri rættarnevndina hjá Fólkatinginum, vil hava løgmálaráðharran at steðga villu lívsførsluni Peter Lundin, sum situr í fongslu fyri lívstíð.

- Lívið hjá einum persóni steðgar ikki, fyrit tað um hann endar í fongsli. Men tað er frástoytandi at hoyra, hvussu Peter Lundin sigur frá um sítt villa lív í fongslinum, sigur Peter Skaarup við Ekstrablaðið.

Peter Lundin hevur havt fleiri konufólk á vitjan í fongsluni, og hann hevur eisini gift seg við føroyskari konu.

- Tað undirgrevur rættartrygdina, at fangar kunnu reypa um, at teir liva tað søta lívið í fongsli. Tí vil eg hava løgmálaráðharran at kanna, hvussu Peter Lundin skikkar sær í fongslinum, sigur Peter Skaarup.