- Eg veit ikki, hví politikkararnir altíð skulu fara eftir pensjónistunum, tá samfelagið manglar pengar. Vit eru opinbart ein bólkur, sum altíð stendur fyri skotum, sigur forkvinnan í Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelsen við Rás 2.
Les eisini Hetta er toppmált av Ruth Vang
Hon heldur, at tað hevði verið betri, um skjútsið bleiv rættað móti politikkarunum, sum ikki hava játtað nokk av pegnum til heilsuverkið.
Hon sigur, at tað eru um 20 prosent av pensjónistunum, sum hava brúk fyri røkt á stovni ella heima við hús, meðan hini 80 prosentini eru væl fyri í allar mátar og rinda enntá skatt av Samhaldsfasta.
- Eg skilji ikki, hví teir altíð skulu koma eftir okkum eldri, sigur hon.
Hon heldur, at tíðin er komin at tosa um eldragimsteinar heldur enn eldrabyrðuna.
- Tað eru vit, sum halda samfelagnum uppi og hava hjálpt til so at samfelagið er somikið væl fyri sum tað er í dag, sigur hon.
Hoyr alla samrøðuna við Beate L. Samuelsen við at trýsta á pílin undir myndini.