Politiken rósar føroyskum høvundum

Føroyskar bókmentir eru av álvara komnar á breddan í bókablaðnum hjá donsku avísini Politiken hesa vikuna, har tær fáa nógv rósandi orð við á vegnum




Heilar tríggjar síður umframt forsíðuna hevur bókaískoytið hjá Politiken sett av til føroyskar bókmentir hesa vikuna. Ein heldur óvanlig sjón má sigast, tí ummælir av føroyskum bókum í donskum avísum eru annars sum lundi á jólanátt. Ein orsøkin er sjálvsagt, at sera fáar føroyskar bøkur verða týddar til danskt í heila tiki. Í so máta var farna árið eitt undantak, tá ein røð av føroyskum bókum komu út í danskari týðing, tær flestu á nýggja forlagnum Torgard. 



Jóanes - ein av teimum bestu

Serliga nógv rósandi orð verða stroydd út yvir skaldsøguna Glansbílætasamlararnir og rithøvundan Jóanes Nielsen.

»Hevði Jóanes Nielsen skrivað á enskum ella fronskum hevði hann verið víða gitin«. So avgjørd er ummælarin Tine Maria Winther í tí hon leggur afturat

- Hinvegin er Jóanes Nielsen nokk tann allarbesti av teimum vælskrivandi føroysku rithøvundunum, sum verða týddir til danskt. Og tað átti í minsta lagi at gjørt hann kendan í Danmark.

Í øllum førum hevur skaldið gjørt stórt inntrykk á ummælaran, sum heldur Glansbílætasamlararnir vera eina hugtakandi og gandakenda skaldsøgu við sterkari sosialari og tjóðarligari innlivan.

- Glansbílætasamlararnir er ein frálíka vælskrivað og stílvís skaldsøga um lívsins stóru spurningar. ... Hvassar samfelagslýsingar ganga hond í hond við sermerkta norðurlendska náttúrugandin. Okkum nýtist ikki at leita í suðuramerikanskum bókmentum eftir magiskari realismu. Hon finst í framúrskarandi líki beint um hornið, í ein lítlan útnyrðing úr Danmark, staðfestir ummælarin.


Steinar, blóð og orð

Eisini yrkingasavnið Steinsetingar hjá Tóroddi Polusen hevur givið ummælaranum Kim Skotte eina serliga uppliving. Sambært honum tykist tað sum, at setningarnir bókstaviliga eru fullir av steinum og orðini stáplað rá og ótilhøgd oman á hvørt annað í einføldum væl umhugsaðum konstruktiónum.

Fyri ummælaran geva yrkingarnar í Steinsetingar eina kenslu av at vera andadráttir av orðum og steinum

- Við saft og kraft innrammað yrkingarnar sítt heilt egna øki, har bráðsint modernisma og føroysk náttúrumentan ganga saman og gera eitt tónleikastykki av steini og blóði og orðum, sum tú lurtar eftir og hoyrir aldudunið av, heldur enn at skilja tey orðarætt.

Nomið verður eisini við sjálvævisøguna hjá Marionnu Debes, Der hvor øerne giver slip, sum høvundurin sjálv nýliga hevur týtt til danskt. Her eru tað serliga lýsingarnar av barndóminum hjá høvundanum, sum ummælarin May Schack tekur fram

- Sum tað er langt síðani, at ein barndómur kundi síggja soleiðis út, hugsar man, meðan man lesur. So gamaldags. Sjálvævisøgan snýr seg ikki bara um uppvøksturin í Føroyum og kostskúlalívið í Danmark, men eisini um ósagdar familjusøgur, sum eru við í viðførinum, tá høvundurin fer til USA og traðkar inn í eitt vaksnamannalív, sum vendir nógvum á høvdið, skrivar Schack.

Hóast ummælarin Tine Maria Winther heldur skaldsøguna Dalen eftir Gunnar Hoydal vera heldur misjavna, metir hon bókina hava sínar dygdir.

- Ein fín lesiverdug frásøgn um eitt rátt lív og eina vón so fína sum várgræs á eini føroyskari húsatekju, skrivar ummælarin.


Ein skaldsligur tunnil

Umframt ummælir nýtir Politiken hesuferð eisini høvið at fáa eitt prát við føroyska krimihøvundan Jógvan Isaksen um týdningin av at týða føroyskar bókmentir til danskt.

Jógavn Isaksen ásannar, at danski áhugin fyri norðurlendskum bókmentum ongantíð hevur verið ovurhonds stórur. Tí fegnast hann eisini um nýggja føroyska forlagið Torgard í Keypmannahavn, ið hann lýsir sum eina roynd at gera ein tunnil millum føroyskar og danskar bókmentir. Í so máta ger lítla forlagið longu mun, heldur føroyski krimihøvundurin.

Ein føroysk myndabók eru eisini sloppin upp í part. Talan er um bókina Kødbenet eftir Bárð Oskarsson, sum veruliga hevur sett ferð á hugflogið hjá ummælaranum Steffan Larsen, sum byrjar at spinna sína egnu søgu í ummælinum. Sambært honum hava tekningarnar hjá Oskarsson nevniliga ein serligan eginleika at siga søgur

- Hópin av søgum koma fram á nethinnuna, tá man eygleiðir varnu rørslurnar og syrgnu tekinini, sigur Steffan Larson

Eisini bókagesturin í Politiken hesa vikuna er føroyingur. Hesaferð er tað Teitur Lassen, sum svarar teimum fimm føstu bókaspurningunum á baksíðuni í bókaískoytinum hjá Politiken.