Europameistarin Sergei Tiviakov Holland vann Politikens Cup 2008. Í Politiken Cup - har 280 telvarar luttaka í somu kapping - er skipað soleiðis fyri, at umframt orrustuna um plaseringar, verður somuleiðis kappast um sokallaðar styrkisvirðislønir. Virðislønir verða latnir telvarum, sum standa seg frægast í mun til sítt talvstyrkistal.
15 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági gjørdist nr. 2 í kappingini fyri telvarar við styrkistalinum: 1701-1900. Fýrati telvarar vóru í bólkinum. Men tað var um reppið, at føroyingarnir tóku bólkin allan sum hann var. Heili 6 telvarar endaðu við 5 stigum ! Eftir nærri útrokningar, gjørdist Rógvi nr. 2, meðan Herborg Hansen og Hjalti Toftum Jógvansson, eisini við 5 stigum, gjørdust ávikavíst nr. 3 og 4. Birk Anders Rølvåg úr Noregi hevði bestu korrektiónina og gjørdist nr. 1.
Yngri bróður Rógva, 11 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, gjørdist somuleiðis nr. 2 í sínum bólki - fyri telvarar við styrkistalinum 1501-1700. 24 telvarar luttóku í hesi kappingini og Høgni og 3 aðrir telvarar endaðu allir við 4 stigum, men korrektiónin innibar snøgga 2. plássið. Knut Jarle Hjørnevik úr Noregi gjørdist nr. 1, skrivar www.faroechess.com










