Myndugleikarnir í Póllandi kunngjørdu seinnapartin, at fyrrverandi varaforsætisráðharrin Andrzej Lepper er funnin deyður. Løgreglan sigur, at líkið varð funnið á skrivstovuni hjá flokki hansara, og at tað er lítið at ivast í, at hann hevur framt sjálvmorð.
Andrzej Lepper, sum eisini var floksformaður, bleiv fleiri ferðir settur í samband við ymiskt ólógligt virksemi, skrivar bretska kringvarpið BBC.
Andrzej Lepper var 57 ára gamal.