Ein áheitan kann vera til politikarar og ikki minst andstøðupolitikarar: “Haldið fingrarnar burtur frá at gera
vinnulívinum og arbeiðsmarknaðinum ónáðir”
“Neyðugt er at útvega fleiri arbeiðspláss, og tað vilja vit skapa”, sæst vanliga frá politikarum. Hesi “slogans” síggjast bæði í Føroyum og í útlondum. Oftast eru andstøðupolitikarar uppaftur meiri mælskir, hesir sum enntá eru bundnir upp í hafti og tí onki klára at gera.
Yvirskriftin er møguliga eitt sindur misvísandi, tí sjálvandi útvega politikarar arbeiðspláss. Trupulleikin er tó, at arbeiðsplássini teir seta føtur undir, eru bara almenn arbeiðspláss, sum skulu fíggjast av privata vinnulívinum. Málið er í stórum rokkið, við at seta nógv fleiri í almenn størv. Vit síggja eisini skeivu gongdina í Danmark.
Ein heilt annar spurningur, sum kundi trongt til at verið endavendur, sum dagliga verður spurdur, er: “Hvat kunnu vit koma heimaftur til” til heldur at spyrja: ”Hvat kunnu vit koma heimaftur við”? – Tí tvingandi neyðugt verður at stovnseta fleiri privat arbeiðspláss.
Lyfti uttan innihald
Danska stjórnin gav tað lyfti, at teir skuldu syrgja fyri 75túsund arbeiðsplássum bæði á privata og almenna arbeiðsmakrnaðinum við einum “chick-starti”. Seinastu vánirnar frá Nordea-serfrøðingi vísa, at ístaðin fyri at skapa nýggj arbeiðspáss, sær út til 75túsund arbeiðpláss at verða mist. Her gerst ein negativur munur við 150túsund størvum.
Í løtuni hava Føroyar tað gott og arbeiðsloysið er lágt. Okkara vinnuføra og vinnulívsføra fólk hava alla æruna av tí. – Ein áheitan kann vera til politikarar og kanska serliga til andstøðupolitikarar: “Haldið fingrarnar burtur frá at gera vinnulívinum og privata arbeiðsmarknaðinum ónáðir.”
Umráðandi at gera gagn heldur enn skaða
Arbeiðið hjá politisku myndugleikunum við serfrøðingum er ofta meiri til skaða enn til gagns. Hesir eru ikki førir fyri at stjórna vinnulívinum og eru heldur ikki settir til tað. Heldur enn at skapa arbeiðspláss, taka teir grundarlagið undan útbyggingarmøguleikum og stovnan av nýggjum arbeiðsplássum í vinnuni og soleiðis lækka um, heldur enn at hækka vavið av arbeiðsplássum.
So tá politikarar rógva fram undir hugtakið :”Vit ætla okkum at útvega fleiri arbeiðspláss”, er hetta útsøgn uttan nakran veruleika!










