Politikarar til arbeiðis sum vanligt

Í ár hendir tað, at ólavsøkudagur er sunnudag og summi hava hildið, at tað fer at órógva tingarbeiði.

Ólavsøkudagur er ein heilt serligur dagur í Løgtinginum, tí hendan dagin byrjar tingsetan og løgmaður skal halda sína ólavsøkurøðu fyri Løgtinginum og Føroya fólki um støðu landsins og um tað ið landsstýrið hevur í hyggju at fremja.

Vanliga er ongin tingfundur sunnudagar, tí tað er heilidagur.

Men Jógvan á Lakjuni sigur, at ólavsøkan er eitt undantak.

Tað stendur í tingskipanini, at løgtingsfundir og nevndarfundir verða ikki hildnir sunnu- og halgidagar og yrkadagar eftir klokkan 22.00, uttan so er, at serligar umstøður gera tað neyðugt.

Men tað stendur eisini beinleiðis, at ólavsøkudagur er undantikin.

Sostatt verður tingið sett og ólavsøkurøða løgmans akkurát, sum vant í ár eftir gudstænastuna , skrúðgonguna og sang á Tinghúsvøllinum, hóast tað er sunnudagur.

Jógvan á Lakjuni sigur, at mikudagin 1. august og hóssagin 2. august, fer Løgtingið so at hava orðaskifti um røðuna hjá løgmanni.

Eftir tingskipanini skal ólavsøkurøðan til umrøðu áðrenn seks yrkadagar eru farnir.

Fríggjadagin væntar løgtingsformaðurin, at Løgtingið fer at viðgerða fiskidagatalið fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1. september.

Myndin er frá seinastu ólavsøku.