Politikarar svíkja ferðslutrygdina

Føroysk lív eru minni verd enn donsk. Revsingin fyri at drepa fólk í ferðsluni er í øllum førum linari í Føroyum enn í Danmark. Meðan danskar lógir um rúsdrekkakoyring og ferðsludráp eru herdar, lata føroyskir politikirarar sum einki, staðfesta avvarðandi hjá Rosu og Ditleif Eldevig, sum doyðu í ferðsluvanlukku í fjør

Politikarar svíkja ferðslutrygdina. Hóast Ráðið fyri Ferðslutrygd og løgreglan gera eitt gott arbeiðið fyri at bøta um føroysku ferðslutrygdina, so undirgrava landsins politikarar hetta arbeiðið. So harður er dómurin hjá avarðandi, sum mistu foreldrini í skilaleysari ferðsluvanlukku fyri ári síðani.

Elisabeth Eldevig, Anna Háberg og Rita Syderbø greiða á næstu síðunum í dagsins blað frá, hvussu hart tað var at missa bæði mammu og pápa ein stillan hvítusunnudag í fjør. Foreldrini vóru á veg til Havnar, tá ein ung genta við fullari ferð rendi beint inn í tey. Bæði lótu lív.

Nú minningardagur fyri ferðsludeyð er sunnudagin, vilja systrarnar staðiliga heita á politikararnar at gera teirra part í fyribyrgjandi arbeiðnum fyri størri ferðslutrygd.

- Tá dómar fyri ferðsludráp eru so mildir, sum teir eru í Føroyum, so siga vit sum samfelag við tey, sum koyra skilaleyst, at tað ger ikki so nógv, staðfestir Anna.

Hetta undirgrevur arbeiðið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, heldur hon. Og systrarnar eru samdar.


Føroysk lóg ikki dagførd

Herfyri fall dómur í málinum um ferðsluvanlukkuna á Sandvíkarhjalla. Gentan, sum varð ákærd fyri óviljað manndráp og skilaleysa koyring, fekk 10 mánaðir fongsulsrevsing, umframt at hon misti koyrikortið í seks ár.

Dómurin er harður eftir føroysku viðurskiftum. Men revsingin fyri ferðsludráp er nógv linari í Føroyum enn í Danmark, tí føroyska lógin er ikki eins og danska lógin dagførd.

Í Danmark er lógin broytt fyri at undirstrika álvaran av skilaleysari koyring og fyri at staðfesta, at bilførarar, sum koyra ábyrgdarleyst hava ábyrgd.

Elisabeth, Anna og Rita halda tað vera óskiljandi, at føroyska lógin ikki eisini er dagførd.

Danska lógin herðir millum annað revsingina fyri rúsdrekkakoyring, og systrarnar, sum sita eftir við nývandi sorgini og sakninum eru vísar í, at ein føroysk dagføring eisini hevði verið við til at broytt hugburðin til rúsdrekkakoyring í Føroyum.


Mannalív lítið verd

Tá dómur fall í málinum um ferðsluvanlukkuna, sum kostaði foreldrunum lívið, vóru tær tríggjar til staðar, og tær hava eisini heilsa upp á gentuna, sum varð dømd.

Tær leggja dent á, at tær ikki koma við hesi áheitan, tí tær ynskja hesu gentu nakað ringt, men tær vilja fegnar, at onnur ikki skulu uppliva, hvussu hart tað er, tá ferðslan drepur.

- Tað er ikki tí, man vil hava hevnd. Fyri okkum kann tað gera tað sama, hvør dómurin er. Vit fáa ikki foreldrini aftur. Men revsiramman er ein ávaring til tey, sum koyra bil og ein staðfesting av, hvussu álvarsamt tað er at taka eitt mannalív, staðfestir Elisabeth.

- Dómurin staðfestir, at tvey lív eru verd 10 mánaðir. Tað eru boðini, sum samfelagið gevur við hesum dómi, leggur Anna afturat.

- Tað er eisini synd í gentuni, sum koyrdi á. Hon skal liva við hesum restina av lívinum, og kanska kundi hetta verið fyribyrgt, um ávvaringarnar móti rúsdrekkakoyring vóru sterkari, sigur Elisabeth.


Politikarar svíkja sína ábyrgd

Tí hevur tað so stóran týdning, at politikarar vakna og taka null-hugsjón og fyribyrgjandi átøk í álvara, eru systrarnar allar samdar um.

- Politikarar mugu vakna. Í Danmark er lógin broytt, soleiðis at man týðiliga vísir, at man tekur skilaleysa koyring og rúsdrekkakoyring í álvara, sigur Anna Háberg.

Á næstu opnu er longri samrøða við tær tríggjar, um hvussu tað var at missa foreldrini uttan nakra ávaring í einari púra skilaleysari ferðsluvanlukku.

Men tær vilja fegnar nýta hetta høvið at koma við hesi áheitan til politikararnar. Tí teir sita við evstu ábyrgd fyri ferðslu- og revsilógini. Og tað er ábyrgdarleyst ikki at dagføra hesar lógir, halda tær.


Myndatekstur:

- Tá dómar fyri ferðsludráp eru so mildir, sum teir eru í Føroyum, so siga vit sum samfelag við tey, sum koyra skilaleyst, at tað ger ikki so nógv, staðfestir Anna. Háberg, sum misti bæði foreldrini í syrgiligu ferðsluvanlukkuni á Sandvíkarhjalla í fjør. Í Danmark er ferðslulógin herd, men føroysku politikararnir lata bara standa til, staðfesta Anna og systrarnar, sum Sosialurin hevur prátað við