? Eg eri sannførdur um, at økið uppi á Sundi er sera væl egnað sum útgerðarhavn til oljuvinnuna. Økið hevur nú ligið óbrúkt í eini tíggju ár, og tað er okkara skylda at bera so í bandi, at virksemi kemur í tær íløgur, sum kommunan hevur gjørt.
Hetta sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Hann er als ikki samdur við formanni Javnaðarfloksins, tá hann sigur, at politisk støða má takast til, hvar ein útgerðarhavn skal vera.
? Tá vit bjóða okkara øki fram, so er tað ikki tí, at vit vilja framskunda eina miðsavnan. Tvørturímóti er tað okkum greitt, at nógv fólk flytir til Havnar. Tí mugu vit tryggja, at vit hava eitt so fjøltáttað vinnulív í býnum, sum til ber, sigur Tórfinn Smith, og hann leggur afturat:
? Tað verður eisini tosað nógv um at flyta alment virksemi úr høvuðsstaðnum - hesum mugu vit eisini verja okkum fyri við at skapa fyritreytir fyri øðrum virksemi, sigur Tórfinn Smith.
Tað er ikki eitt ókent fyribrigdi at teingja saman vinnulív og bygdamenning í Føroyum. Men Tórfinn Smith heldur ikki, at vit hava alt ov góðar royndir í so máta.
? Eg haldi, at vit eiga at finna útav, um oljuvinnan skal vera bygdamenning ella ein frí vinna, sigur hann, og letur ongan iva vera um, at eftir hansara hugsan eiga politikararnir at halda fingrarnar langt burtur.
Tórfinn Smith vísir til tað, sum Jóannes Eidesgaard vísti á í Sosialinum nú um dagarnar, at í Noreg hava tey avgjørt politiskt, hvar útgerðarhavnir skulu liggja.
? Nú kann tað vera so ymiskt, hvat fólk halda og meina. Men fólk í Noreg, sum vit hava tosað við, siga, at tær avgerðirnar als ikki vóru so hepnar, sum Jóannes Eidesgaard vísir á. Í Noreg - serliga í Norðurnoreg - eru fleiri útgerðarhavnir, sum als ikki vera brúktar, tí tær liggja so illa fyri. Tann brølararan eiga vit ikki at gera í Føroyum, heldur hann.
? Tað er ikki foreiniligt at teingja saman vinnulív og bygdamenning, heldur býráðslimur Javnaðarfloksin í Havn.
Tórfinn Smith vísir eisini á, at býráðið leingi hevur arbeitt við teirri avtaluni, sum nú er gjørd við Tórshavnar Skipasmiðju.
? Vit vildu hava eina føroyska fyritøku við í verkætlanina. Og vit hava fingið eina sterka fyritøku í býnum, saman við einum sterkum útlendskum felag, at standa fyri hesum. Tann háttin dámar mær nógv betur.
? Gera vit av politiskt at útgerðarhavnin skal liggja á Drelnesi, hava politikararnir samstundis gjørt av, at Maersk eigur oljumonopolið í Føroyum, sigur Tórfinn Smith, sum ikki dylur fyri, at eftir hansara hugsan órógvar lokalpolitikkur ser nógv hetta mál.










