Politikarar skuldu verið rystir sundur og saman

Formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag stúrir fyri, at ein fiskidagabanki, soleiðis sum politikarar ímynda sær hann, kemur at gera enda á øllum heimaflotanum. - Tað fer slett ikki at bera til, at menn – áðrenn teir yvirhøvur loysa skip ella bát – fyrst skulu út at keypa sær fiskidagar. So væl spælir klaverið heldur ikki, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður

Fiskivinna

 

- Føroyingar mugu hugsa meira um tað, sum vit skulu liva av. Tað er syndarligt at hoyra, hvussu mótfallin fólk eru, eitt nú í Suðuroy og Klaksvík, nú tað gongur galið við fiskivinnuni. Fólk eru kedd og neistin, sum skal dríva verkið, er burtur.

Tað sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður og formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.

Hann vísir á, at eitt er gongdin, sum altíð hevur verið og altíð kemur at vera í fiskiskapi – við betri og minni góðum tíðum. Annað er tann hugburður, sum skaptur verður um okkara høvuðsvinnu.

- Ein hugburður, sum lærdu fólkini í Føroyum hava vent til, at fiskivinnan meira er til fortreð enn gagns.

 

Negativur hugburður

Mortan var í nógv ár ein av okkara dugnaligastu fiskiskiparum, og seinastu árini hevur hann burturav fingist við útróður.

- Enn eru tað menn, sum royna at liva av at reka útróður, men politiski hugburðurin og hugburðurin millum tey, sum ganga á bonaðu gólvunum kring landið, er so negativur mótvegis fiski-og útróðrarmonnum, at menn eru fullkomiliga við at missa mótið.

Mortan fýlist serlig at teimum politikarum, sum vilja seta á stovn ein fiskidagabanka, haðani dagar skulu keypast til vinnuligan rakstur av fiskiskipa-og útróðrarflotanum.

- Eg ivist onga løtu í, at ein fiskidagabanki, soleiðis sum politikarar ímynda sær hann, kemur at gera enda á øllum heimaflotanum. Tað fer slett ikki at bera til, at menn – áðrenn teir yvirhøvur loysa skipið ella bátin – fyrst skulu út at keypa sær fiskidagar. So væl spælir klaverið í veiðiliðnum heldur ikki, og eg haldi, at politikarar, sum hava hesa áskoðan, skuldu verið rystir bæði sundur og saman, sigur útróðrarmaðurin.

Hann vísir á, at tað serliga eru tey sokallaðu lærdu í samfelagnum, sum hann tekur til, ið tykjast vilja leggja fiskiskipa-og útróðrarvinnuni fótonglar, og eftir teirra pípu dansa so eisini eitt størri og størri tal av politikarum, ið lítið og einki vita um fiskivinnu.

- Eg havi einki ímóti teimum monnum, sum hava útróður sum hjávinnu, har summir taka sær frí til at rógva út um várarnar og soleiðis kanska fiska fyri tað, sum báturin kostar. Um myndugleikarnir løgdu gjald á dagarnar hjá slíkum monnum, høvdu teir ivaleyst skilt tað – men ikki á teir menn, sum hava útróður sum sítt livibreyð og tilverugrundarlag.

 

Opnir armar

Mortan Johannesen vísir á, at serfrøðin í veiðiliðnum liggur hjá okkara fiski-og útróðrarmonnum. Maðurin á troldekki, maðurin við línurulluna eins og útróðrarmaðurin, ið veit um veður, vind og streym, eru serfrøðingar á sínum øki.

- Nógvir av hesum hava drúgvar og áralangar royndir á havinum. Henda serfrøði er minst líka so týdningarmikil og sokallaða serfrøðin, sum tey lærdu uppi á landi og ymiskir stovnsleiðarar hava innan almennu skipanina í Føroyum.

Hann vísir á, at meðan føroyski fiski-og útróðrarmaðurin mest at kalla verður niðurgjørdur her heima, standa bæði norðmenn og danir við opnum ørmum at fáa hendur í okkara dugnaligu monnum til síni skip.

- Bæði í Noregi og Danmark hava okkara sjófólk nógv betri fíggjarligar umstøður enn her heima hjá okkum sjálvum, leggur hann aftrat.

 

Vánalig umsiting

Formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag sigur seg slett ikki vera samdan í nógvum av tí, sum farið er fram í umsitingini innan okkara fiskivinnu.

- Eg haldi, at umsitingin hevur verið alt ov vánalig og tilvildarlig, og hetta hevur verið við til at avlaga okkara fiskidagaskipan.

Mortan sigur seg heldur ikki vera samdan við poitikkinum í sambandi við fiskidagar og sølu av fiskidøgum.

- Men hvat kunnu vit vænta okkum, tá tey, sum politiskt og umsitingarliga sita á hesum málum, ikki hava høsnaskil upp á fiskivinnu? spyr útróðrarmaðurin.

Hann heldur kortini, at batar eru at hóma, nú Jacob Vestergaard er vorðin nýggjur fiskimálaráðharri.

- Eg vil taka hattin av fyri Jacobi Vestergaard sum sigur, at hann í nógv størri mun vil taka vinnuna upp á ráð, tá fiskivinnumál eru fyri á tingi.

Útróðrarmaðurin vísir á, at byggir tú eina vatnbyrging, sum er ov veik og seinni skrædnar, fært tú ikki vatnið uppí aftur byrgingina.

- Tá noyðist tú at byrja av nýggjum. Tú noyðist at byggja eina sterkari og betri byrging, og soleiðis er eisini við førda fiskivinnupolitikkinum seinastu árini. Neyðugt er at leggja á annan bógv – og byrja av nýggjum í tøttum samstarvi við vinnuna, leggur hann aftrat.

 

Hartar egnan flokk

Mortan sigur, at hann heilt síðan 1975 hevur stuðlað Javnaðarflokkin, men í dag er hann sera misnøgdur við fiskivinnupolitikkin hjá flokkinum, sum hann heldur hvørki er fuglur ella fiskur.

- Eg síggi nú, at flokkurin, eg havi stuðlað í øll hesi ár, er ein stórur vingluskøltur á fiskivinnuøkinum. Flokkurin legði saman við fráfarnu samgongu upp til at skerja talið av fiskidøgum við eini helvt, samstundis sum tinglimir floksins uttan at blunka – og allir sum ein – mæltu til eina skerjing upp á 20%.

Hann vísir á, at stutt áðrennn fiskidagarnir komu til viðgerðar á tingi í heyst, søgdu umboð floksins fyri honum, at flokkurin fór ikki at ganga við til at inndraga allar fiskidagar, eins og umboð søgdu fyri sær, at bólkur 5, sum er útróðrarflotin, mest sum skuldi sleppa at fiska frítt.

- Bara nakrar mánaðir seinni er fullkomiliga vent

í holini, og somu umboð søgdu nú, at tey vilja hava fiskidagabanka, eins og flokkurin vildi ganga við til søguliga stórar skerjingar í fiskidagatalinum.

Mortan heldur, at tekur Javnaðarflokkurin ikki í nakkan á sær sjálvum, fær hann ongan tinglim valdan á næsta vali.

 

Á færri hondum

- Eg eri ikki ósamdur í, at tað helst eru ov nógvir húkar á botni, sum fiska tann smáa fiskin, men her er neyðugt við neyvari og skilagóðari tillaging, so menn vita, hvar teir flóta.

Útróðrarmaðurin dugir ikki at ímynda sær, at fíggingarstovnar kunnu vera við til at fíggja skip og bátar, tá hesir ikki hava eina váttan fyri, at vinnutólið sleppur at fiska.

- Skulu fiskidagar keypast og seljast, koma vit at fáa ein fiskiflota, sum verður savnaður á fáum hondum. Av eini ella aðrari orsøk kann eitt felag, sum rekur fiskiskipavinnu, ganga illa eitt skifti, meðan eitt annað felag, sum hevur vind í seglunum, gongur væl. Úrslitið verður, at tann, sum júst í hesi løtu hevur góðan rakstur, keypir dagarnar hjá tí, sum hevur ilt við at hóra undan av givnum orsøkum í eina tíð.

Hann sigur, at undir slíkum umstøðum við keypi og sølu av døgum fáa vit færri og færri ”aktørar” í fiski-og útróðrarvinnuni, og tá verður føroyska samfelagið fátækari.

 

Vinnan uppá ráð

- Mínir limir eru sannførdir um, at verður ein fiskidagabanki settur á stovn, verður hetta mønustingurin hjá okkara heimaflota . Vit kunnu ikki vænta, at fólk, sum ongantíð hava fingist við fiskivinnu, vita, hvat tey gera, og tí er vandi fyri, at alt fer í fisk, sum vit plaga at taka til.

Formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag sær kortini eina vón í nýggja fiskimálaráðharranum.

- Vit seta okkara vón til, at hann tekur vinnuna við upp á ráð í øllum málum og avgerðum, sum hava við okkara fiskiskipa-og útróðrarflota at gera. Tá fáa vit aftur eina vinnu, har menn fáa vónina aftur og fara at síggja ljósari upp á framtíðina, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður.