Politikarar: Sendið eitt greitt signal um ikki at skerja fíggjarlógina næstu tvey árini!

Í øllum londunum rundan um okkum sprænir tað almenna pengar út í samfelagið, so ikki alt steðgar upp. Hvat gera tit í Føroyum? Tit senda ræðslumyndir frá 1992 inn í høvdið á fólki og leggja upp til at spara

Munurin á ræðsluárinum 1992 og í dag er: Tað almenna skyldar einki í dag - og føroyingar eiga um 3,5 mia uttanlands. Í 1991 skyldaðu vit 8,2 milliardir, sum í dag svarar til 17 milliardir.

Upp á einans 8 ár rindaðu føroyingar hesa skuldina niður! So skjótt kann skuld gjaldast aftur, tá tað gongur uppeftir aftur.

Hetta sigur greitt, at vit hava ráð til at hava eitt rættiliga stórt hall á fíggjarlógini í minsta lagi tvey ár. Er støðan framvegis vánalig í Føroyum tá, so byrjið at stramma í tá. Ikki nú.

Og tað verður ikki nær námind líka hart at gjalda lánini aftur, sum í hálvfemsunum. Harra gud, hvat eru 2 milliardir í mun til 17 milliardir? Peanuts!

Eg kann siga tykum, at tá tit ógvuliga óumhugsað í mai byrjaðu at tosa um at spara 500 mió í næsta ár, so fóru sjokkbylgjur gjøgnum samfelagið. Eg havi tosað við nøkur vinnulívsfólk. Tey siga øll tað sama: Telefonirnar steðgaðu at ringja eins og í november.

Um tit fara aftur at tosa um at stramma fíggjarlógina nú, so steðgar nógv av tí virksemi upp, sum hóast alt er í gongd enn. Tað er psykologiska avleiðingin.

Fara tit at skerja fíggjarlógina, so fáa tit minni skatt inn. So fara tit at spara enn meira. So fara fólk at flyta av landinum. So verður bara fiskivinnan eftir. Nakrir polakkar og filipinar. So kunnu vit syngja: "Ty mój pi?kny kraj" í staðin fyri "Tú alfagra land mítt".

Latið ikki 92-skrekkin ráða á tykkum. Vísið tykkum sum djarvar politikarar: Loyvið skuldini at vaksa næstu tvey árini. Metið so eftir tá, hvat er rætt at gera.

Leggið merki til: eg biði tykkum ikki spræna meira pening út í samfelagið, so sum tey gera rundan um okkum. Tit skulu bara varðveita fíggjarlógina, sum hon er.

Eg haldi, at hetta er ein sera lítil og rímilig bøn at biða til tykkara. Faktisk átti eg eisini at biðið tykkum at verða klár at gera arbeiðsskapandi tiltøk, um tað gerst neyðugt. Men eg haldi meg til at biða tykkum ikki at minka um fíggjarlógina.

Og sendi signalini út skjótt! Helst beinanvegin! So gagna tit samfelagnum!

Sigið: Fíggjarlógin verður IKKI SKERD NÆSTU TVEY ÁRINI!