Tveir politikarar í Venesuela vórðu myrdir í gjár, tá teir skuldu taka lut í einum veljarafundi hjá Henrique Capriles, sum stillar upp ímóti forsetanum, Hugo Chavez.
Tíðindastovurnar skriva, at teir báðir menninir vóru á veg til fundarstaðið, tá ókendir menn steðgaðu bili teirra og skutu teir. Vitni hava greitt frá, at drápsmenninir rýmdu í einum bili hjá almenna oljufelagnum PDVSA, men tað er ikki váttað.
Annar av monnunum var tinglimur hjá einum andstøðuflokki, og hin var óheftur.
Sum skilst kann forsetavalið í Venesuela blíva spennandi, tí Henrique Capriles (myndin) er ikki langt aftan fyri Hugo Chevsz.








