Politikarar mugu í arbeiðshandskarnar í dag

Tann nógv vindurin er farin illa við nógvum plakatum

Tað var heilt fitt av vindi í gjárkvøldið og í nátt, og tað var meiri enn nógvar av øllum valplakatunum, sum eru settar upp um alt landið.

Løgreglan sigur, at í nátt hava tey fingið nógvar fráboðanir um, at valplakatur eru rivnar og liggja og fúka í vindinum.

Ikki minst gjørdi hetta seg galdandi á Hálsi í Havn.

Vanliga høvdu valevnini fingið boðini, so at tey kundu bjarga plakatunun, men av tí at hetta var mitt í nátt fingu tey frið.

Plakatirnar vórðu sostatt buntaðar saman og í dag fáa valevnini so boðini, soleiðis at tey kunnu fara eftir plakatunum aftur.