Politikarar fáa ov lítið í løn

- Landsstýrisfólk og politikarar fáa ov lítið í løn.

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Og hann leggur afturat, at tað sigur hann av heilum hjarta.

Hinvegin heldur hann, at politikarar fáa ov nógv í pensjón og at koyripengarnir eru heldur ikki hóskandi.

- Eg haldi, at tað er neyðugt at gera broytingar, men vit eiga at virða okkara starv, tí vit gera øll eitt gott arbeiði, sigur løgmaður.

Á nýggjárinum kemur annars eitt tilmæli um, hvussu nógv, politikarar skulu fáa í løn, koyripengum, o.s.fr.

Ein óheft nevnd situr og kannar hesi viðurskifti og hon miðjar eftir at vera liðug á nýggjárinum og at koma við einum tilmæli tá.

Í sambandi við arbeiðið skal nevndin eisini hyggja at, hvussu samsvarandi størv verða lønt í okkara grannalondum.

Fyri at tryggja, at nevndin, sum viðgerð hesi viðurskifti, var púra óheft av politiska myndugleikanum, heitti løgmaður í summar á nevndina, sum tilnevnir dómarar um at tilnevnda limir í eina nevnd, sum skuldi endurskoða hesi viðurskifti.

Hendan mannagongdin varð vald fyri at ein púra óheft nevnd skuldi koma við eini væl grundaðari frágreiðing um hesar spurningur og koma við nøkrum uppskotum um, hvussu tey skulu skipast.

Dómaratilnevningarnevndin mælti til at seta Mariu á Dul, Johan J. Lamhauge og Mirjan Haraldsen í nevndina og tey sita nú og arbeiða við málinum at gera tilmæli um lønarviðurskiftini hjá politikarunum.

- Hon hevur boðað frá, at hon miðjar eftir at vera liðug um árskiftið, sigur løgmaður.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at við støði í hesum tilmælinum, ætlar hann at leggja uppskot fyri Løgtingið í vár um, hvussu politikarar skulu lønast og, hvørjar koyripengar og samsýningar annars, teir skulu hava.

Stór ónøgd hevur verið við, at politikarar fáa sp nógv í ferðaískoyti og í øðrum samsýningum og nú hevur Kristina Háfoss, tingkvinna, spurt hann, hvussu gongdin er í málinum.

Tingkvinnan vísir á, at eitt landsstýrisfólk fær fulla tænastumannapensjón eftir bert 8 árum í starvi og løgtingsfólk eftir 16 árum í starvi, meðan tænastumenn skulu starvast 37 ár fyri somu pensjónsrættindi.

Samstundis skulu politikarar heldur ikki rinda 40% í skatti av teirra pensjón, sum øll onnur.

Hon vísir eisini á, at eitt landsstýrisfólk, ið kann koyra til arbeiðspláss sítt innan ein tíma, fær 13.600 kr. um mánaðin skattafrítt sum lønarískoyti?

Kaj Leo Holm Johannesen ásannaði, at hann er spentur at vita, hvussu støðan í tinginum verður, skuldi nevndin komið til ta niðurstøðu, at lønirnar hjá politikarunum eigur at hækkast.

Kanska kann ein loysn verða at hækka lønina, men at lækka pensjónina, sigur løgmaður.

Hann vísir á, at tað almenna eigur 450-500 bilar til starvsfólk, men tað sær út til at vera øgiliga týdningarmikið, at landsstýrisfólk ikki fáa bil at koyra í, men mugu koyra í egnum bili, ella leiga hýruvogn og tað er rímiligt at finna eina nýggja skipan.