Politikarar drepa útróðurin

- Tað er óvirðiligt, bæði fyri løgting og fyri vinnuna, at vit verða píndir spakuliga til deyða, sigur formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag, Jógvan Páll Steinberg. Í samband við politisku viðferðina av útróðrarflotanum seinastu tíðina, sum hann rópar tað, hevur formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag fest nakrar reglur á blað, sum kunnu lesast í fullum orðaljóði á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, haðani hendan myndin av formanninum eisini er.

- Tað kann staðfestast, at útróðrarflotin avreiðir ta bestu rávøruna í Føroyum. Fiskurin er daggamal, kruvdur í ísvatni. Føroyskir og útlenskir fiskakeyparar hava váttað, at henda rávøran er hin besta. Umframt hetta er útróðrarflotin hin mest burðardyggi. Við lutfalsliga lítlari íløgu fáast virðini til høldar.

Jógvan Páll Steinberg vísir á, at umrødda lógaruppskot bannar allari línuveiði innanfyri tríggjar fjórðingar.

- Politikarar mugu gera sær greitt, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri flotan. Hendan broyting kemur at avoyða allan línuútróður í bólki 5 (bátar undir 15 tons) og kemur at hava eina stóra negativa ávirkan á bólk 4 (bátar 15-110 tons). Hesir bólkar eru longu illa fyri sum er, sigur hann.

Formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag finst eisini at politisku prioriteringini, sum hann heldur sæst væl aftur í, at minstalønin er tikin av fíggjarlógini og er løgd yvir á vinnuna at gjalda.

- Treytirnar fyri at koma undir minstulønarskipanina eru herdar so nógv, at stórur partur av bátunum fella úr skipanini.

Í lesarabrævinum finst Jógvan Páll Steinberg serliga at uppskotinum sum fyriliggur um at steingja alt innanfyri tríggjar fjórðingar fyri vinnuligari veiði.

- Hetta kemur at minka um veiðiøkið við meiri enn einari helvt. Tað er heilt klárt, at um útróðrarbátar skulu út um tríggjar fjórðingar, skulu tey størru línuskipini út um níggju fjórðingar ella longri fyri at geva pláss fyri útróðrarbátunum. Hetta kemur tó ikki at loysa trupulleikan hjá teimum smærri bátunum, tí teir verða noyddir at brúka ring útróðrarlíkindi út frá landi, skulu teir vinna sær inntøku um vetrarnar. Hetta kann í ringasta føri hava vanlukkuligar fylgjur.

Jógvan Páll Steinberg heldur, at politiska skipanin er við at gera enda á útróðrarvinnuni.

- Hevur meirilutin á løgtingi eina skipaða ætlan um at gera enda á okkara vinnu, eigur tað at vera sagt beint fram. Tað er óvirðiligt, bæði fyri løgting og fyri vinnuna, at vit verða píndir spakuliga til deyða, sigur formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag.