Ein rættur í Bangladesh hevur dømt níggju politikarar lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið ein tíðindamann, Gautam Das (myndin). Tað skrivar AFP-tíðindastovan.
Tann tá 33 ára gamli Das, sum hevði skrivað eina røð av blaðgreinum um korrupsjón í stjórnarflokkinum, BNP, var dripin í november 2005.
Fjølmiðlar í Bangladesh fegnast um dómin og lýsa hann sum einki minni enn varða í rættarsøgu landsins, tí politikarar eru vanliga slopnir væl frá mestsum øllum, teir hava gjørt.
Blaðstjórin á avísini, Samakal, har tann dripni tíðindamaðurin arbeiddi, ynskir hinvegin at fáa teir seku deyðadømdar og ætlar at kæra dómin fyri hægri rætt.