Politiið sóknast eftir einum miðaldrandi manni, sum kann hava sæð okkurt uttan fyri bústaðin Markalíð 3 í Havn, har tann 61 ára gamli maðurin varð stungin á bústaði sínum mikudagin 20. november um kvøldið.
Eitt vitni hevur greitt politinum frá, at hon mikudagin 20. november klokkan 22:05 - 22:10 møtti hesum manninum á niðaru gongubreytini á Marknagilsvegi við gernngsstaðið. Vitnið gekk út eftir, meðan maðurin, sum sóknast verður eftir, rann á gongubreytini heim eftir Marknagilsvegnum.
Maðurin var í einum vetrarjakka og vanligum klæðum, tað vil siga ikki í renniklæðum, men vitni kundi tó ikki geva eina nærri lýsing av manninum.
Politið vil fegin í samband við henda mannin fyri at vita, um hann kann hava sæð nakað, tá hann rann fram við gerningsstaðnum hetta tíðarbilið.