Óviðkomandi fólk sleppa ikki inn á grindaøkið, og óviðkomandi bátar ella skip skulu halda seg ein fjórðing burtur. Flogfør skulu ikki flúgva lægri enn 500 metrar yvir rakstrarøki ella grindaøki.
So strong tiltøk hevur løgreglan sett í verk í sambandi við grindadráp.
Tað hevur ikki borið til hjá fjølmiðlunum at fingið innlit í, hvat er avrátt millum Løgmansskrivstovuna, Fiskimálaráðið og løgregluna. Í svari upp á umbøn um innlit í tilbúgvingarætlanina, sum er gjørd í samband við at Sea Shepherd er í Føroyum og samskifti við løgreglu og onnur í hesum sambandi, sigur Fiskimálaráðið, at umbønin ikki verður gingin á møti. Tey vísa til, at talan er um innanhýsis arbeiðsskjøl, ið eru undantikin rættinum til skjalainnlit.
Hetta undantak er »til verju av uttanríkispolitiskum ella uttanríkisfíggjarligum áhugamálum, herundir viðurskiftini við aðrar tjóðir ella millumtjóða stovnar. Ella av privatum ella almennum áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður í hesum føri er neyðugt at dylja málið«, sum tað stendur í grundgevingum til at nokta Miðlahúsinum innlit.
Men í sambandi við grindina í Hvalba í gjár upplýsti Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, hvussu sýslumenn, sum eru myndugleiki undir Fiskimálaráðnum, við heimild í grein 11 í grindareglugerðini hava fyrireikað seg:
Vanliga góðkendu hvalvágirnar, tað er sandurin, har grind vanliga verður hildin til, umframt havnarløg, har merkt og skift verður, verða avbyrgd tá grind er. Eisini er gjørt av, at óviðkomandi bátar ella skip ikki mugu koma grindini nærri enn ein fjórðing. Flogfør mugu ikki flúgvi lægri enn 500 metrar yvir rakstrarøki ella grindaøki.
Hann sigur, at tætt samstarv er millum sýslumenn og grindaformenn, eins og ymisku myndugleikarnir, ið varða av grindarakstri.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, váttar eisini á Facebook, at fyrireikingar eru gjørdar, sjálvt um hann vil siga, hvat fyrireikingarnar ganga út uppá:
– Allar fyrireikingar eru gjørdar, sjálvt um tær ikki eru almennar, skrivar løgmaður á Facebook.










