Politiið eftir Johan í Fámara

Búnaðarstovan fer nú at biðja fútan syrgja fyri, at Johan í Kollafirði fer av garðinum í Fámara

Búnaðarstovan fer nú at lata tað upp í hendurnar á Fútanum at fáa Johan í Kollafirði, og alt húski, úr Fámara, so at garðurin kann latast nýggja festaranum.

 

- Vit mugu bara staðfesta, at Johan í Kollafirði og hansara húski eru ikki farin úr Fámara, soleiðis sum vit høvdu høvdu givið teimum boð um tann 10. juni.

 

Tað sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni við Rás2.

 

Í sambandi við at Festi í Fámara varð lýst leyst at søkja, varð Johan í Kollafirði og tey, sum høvdu sett seg niður í Fámara saman við honum, biðin um at fara av garðinum í seinasta lagi 15. juli, tað var í gjár.

 

Men á in.fo um vikuskiftið gjørdi Johan í Kollafirði greitt, at tey fara ongan veg fyrrenn onkur kemur og blakar tey út.

 

Og tað verða tey so nú!

 

Bjørn Patursson hevur verið í Fámara í morgun.

 

Ørindini vóru at kanna støðuna og at vita, um alt er í lagi við festinum, sum skal latast nýggjum festara.

 

- Men, eg mátti tíverri staðfesta, at viðurskiftini vóru ikki í lagi, og at niðurseturfólkini í Fámara ikki vóru farin av garðinum, segði hann við Rás2.

 

Bjørn Patursson sigur, at nú fær hann ikki gjørt meiri og tískil fer hann nú at lata málið upp í hendurnar á fútanum at syrgja fyri, at Johan í Kollafirði, og alt húskið, fer úr Fámara, so at nýggi festarin kann yvirtaka garðin.