Í tíðindasendingini í útvarpinum hjá Kringvarpinum á middegi heitti Bergleif Brimvík, leiðari á kriminadeildini hjá politinum um at hjálpa við upplýsingum, sum kunnu loysa gátuna um horvna Pidda Hansen.
Bergleif Brimvík segði, at tveir bilar, ein silvurgráur Skoda og ein kokslittur Ford Mondeo, eru sæddir í túninum hjá Pidda Hansen, eftir at hann hvarv.
Politið vónar at frætta frá fólki, sum hava sæð hesar bilar á onkrum óvanligum støðum, eitt nú við bingjupláss.










