Politiið skuldsetur 18 ára gamlan

Eftir fyribils kanningar hevur politiið gjørt av at skuldseta ein 18 ára gamlan bilførara fyri óviljað manndráp og rúsdrekkakoyring

Kanningarnar hjá politinum í sambandi við ferðsluvanlukkuna á Argjum leygarmorgunin 11. januar klokkan 03.16 eru nú komnar so langt áleiðis, at politiið hevur gjørt av at skuldseta ein 18 ára gamlan mann fyri millum annað óviljað manndráp og rúsdrekkakoyring.
Kanningarnar hava víst, at førarin var rúsdrekkaávirkaður, og ábendingar eru um, at ferðin hevur verið væl oman fyri loyvdu hámarksferð.
Tá kanningarnar í málinum eru lidnar, verður málið latið ákærumyndugleikanum til støðutakan.
Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur, sigur, at allar ábendingar eru um, at bilurin hevur koyrt væl oman fyri loyvda hámarksferð, men kanningarnar hjá politinum skulu til eina og hvøja tíð kunna standa gjølligari granskan.
So um bilurin er farin ógvuliga langt, skal úrslitið hjá politinum altíð kunna halda tætt, sigur Jón Klein Olsen.
Hann sigur, at hetta er eitt mál, ið hevur almennan áhuga, og tí heur politiið gjørt av at skuldseta 18 ára gamla mannin nú.
Tað merkir ikki, at kanningarnar eru lidnar, men nú er so støða tikin til at skuldseta mannin, sigur Jón Klein Olsen.
Tá málið er liðugt kannað, verður tað latið upp í hendurnar á ákæruvaldinum at taka støðu til, antin skuldsetti verður ákærdur í málinum.