Fólkatingið hevur samtykt at stovna ein nýggjan myndugleika, óhefti politikærumyndugleikin. Hesin myndugleiki skal viðgera kærur um politiið og kanna, um politistar hava gjørt nakað ólógligt.
Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at viðgerðin verður óheft. Stovnurin byrjar á nýggjárinum við sæti í Århus.
Higartil hevur statsadvokaturin tikið ímóti og viðgjørt kærur um politiið. Politiið hevur sjálvt eftirkannað kærurnar, og statsadvokatururin hevur tikið støðu til, um grund var í kærunum, og um politiið hevði gjørt nakað ólógligt.
.