Landsverk og politiið heita á fólk um at lata vera við koyra millum bygdir. Fleiri vegir eru longu stongdir, og aðrir verða væntandi stongdir seinni í kvøld. Landsverk gevst at rudda vegirnar fyri kava klokkan sjey í kvøld. Longu nú eru Viðareiðisvegurin, Oyggjarvegurin og Funnings- og Gjáarvegurin stongdir, og væntandi verða aðrir vegir stongdir í kvøld. Eitt nú kann roknast við, at Vestmannavegurin verður stongdur fyri ferðslu.
Politiið mælir fólki frá at koyra millum bygdir í kvøld. Politið hevur higartil fingið fráboðanir um í minsta lagi 20 skaðar kring landið, og telefonin á alarmsentralinum ringir alla tíðina. Politiið og bjargingarfeløg kring alt landið eru til reiðar, nú sagt verður frá ringum veðri í kvøld.
Rás2 og Portalurin fylgja við, hvussu illveðrið herjar kring landið, umframt at fylgt verður við samgongusamráðingunum.
Fyrsta eykatíðindasending á Rás2 er á skránni klokkan 20 í kvøld.