Ensku miðlarnir eru aftur í dag fullur av tíðindum um, at bæði politiið og Enska Fótbóltssambandið kanna ákærurnar frá Chelsea um, at dómarin brúkti rasistiskan og ósømiligan málburð móti ávikavist John Obi Mikel og Juan Mata í dystinum millum Chelsea og Manchester United sunnudagin.
Eitt er, at dómarin hevði nakrar herviligar feildømingar, men sambært fleiri Chelsea leikarum hevur dómarin kallað John Obi Mikel fyri apu, og Juan Mata fyri spanska kuntu.
Orðadrátturin var øgiligur í skiftirúminum hjá dómarunum eftir dystin, og sambært Daily Mirror var skilið mest átøkt vertshús slagsmáli.
Sambært somu heimasíðu skal onkur hava sagt »Eg skal bróta beinini á tær«, tó at tað ikki var heilt víst, hvør skal hava sagt hetta.
John Obi Mikel var í øðini eftir dystin, meðan Juan Mata var sum lundi sligin á nevi av óhøvisku úttalilsunum hjá Mark Cluttenberg.
Onkur fyrrverandi dómari vil vera við, at verður Cluttenberg funnin sekur, er tíð hansara sum dómari av. Onkur annar dómari leggur Chelsea leikararnar undir at lúgva um orðalagið.
Málið kemur beint eftir, at FA hevur ført eina søk um rasismu móti Chelsea liðskiparanum, John Terry.