Løgraglan hevur gjørt av at kanna málið, tá VB/Sumba venjarin sló EB/Streym-leikara undir dysti millum liðini suðuri í Vági herfyri.
Karen Marie Olesen sigur, at tað hendir av og á, at løgreglan tekur mál upp av sínum eintingum, og hetta er so eitt av dømunum.
Tann sannroynd, at hendingin varð sýnd í 3-2, og harvið varpað út um alt landið, er sum skilst orsøkin til, at løgreglan hevur valt at hyggja nærri at málinum. Fútin sigur, at løgreglan nú fer at seta seg í samband við allar viðkomandi partar í málinum.
Upp á fyrispurning, hvat ein møgulig revsing kundi verið sigur Karen Marie Olesen, at tað er ógjørligt at siga nakað um, men at tað í fall verður eftir paragraffunum í revsilógini, gingið verður eftir.
- Men tað er jú heldur ikki víst, at málið kemur so langt, leggur fútin aftrat.
Karen Marie Olesen sigur, at hendingin verður kannað, og at ein avgerð fellur í málinum innanfyri nærmastu framtíð, antin ákæra verður reist ella ikki.
Formaðurin í VB/Sumba, Bjarni Johansen, hevur onga viðmerking til málið, heilt einfalt tí at hann einki hevur hoyrt um, at hendingin verður kannað. Hann heldur tað samstundis vera løgið, at fútin lekur upplýsingar til miðlarnar, áðrenn viðkomandi partar hava frætt nakað í málinum.
Av skrivstovuni hjá FSF verður váttað, at sambandið seinasta mikudag sendi áheitan á Aganevndina um at taka málið upp til viðgerðar. Tað eydnaðist ikki blaðnum at fáa orðið á Anni á Hædd, sum er forkvinna í Aganevndini, men ein annar limur, Kjartan Mohr, sigur, at nevndin hevur fingið áheitanina, og at hann roknar við, at støða verður tikin fyrsta dagin til, um nevndin fer at viðgera málið ella ikki.










