– Politiið hevur ikki tørv á at ganga runt við vápnum í Vági og Klaksvík

Uppskot um nýggja politilóg í Føroyum er samtykt, hóast tað fekk harða mótstøðu frá andstøðulimum

Nú er eitt heldur kontroversielt uppskot samtykt í løgtinginum. Talan er um broyting í politilógini - "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed", sum er ein broyting í mun til gomlu lógina frá 1894. 

Uppskotið gevur m.a. løgregluni víðkarar heimmildir til at nýta vald, tá tað er neyðugt. Tað kann gerast við eitt nú at brúka skotvápn, stav, hundar og piparspray. Eisini skal møguleiki vera fyri at fáa hjálp frá danska herinum, og politiið skal kunna forbjóða fólki at savnast í bólkum í ávísum førum.

Uppskotið bleiv samtykt við triðju viðgerð. 17 vóru fyri, 8 ímóti og eingin atkvøða var blonk.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er grundleggjandi ímóti uppskotinum.

– Hetta verður á fyrsta sinni, at Føroya løgting fer at geva heimmildir til ein útlendskan myndugleika at gera húsarannsaknir, kropskanna og brúka alskyns ambor til tess, segði hann og tók dømi um nýtslu av skotvápnum og piparspray.

– Føroyska løgreglan hevur ikki tørv á at ganga runt við vápnum í Vági ella Klaksvík, segði Høgni Hoydal og legði aftrat, at hetta kann fáa ávirkan á allar borgarar í Føroyum.

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, var samd við Høgna Hoydal, og hon skilir ikki, hví mann skal leggja hetta uppskotið fram nú, meðan koronafarsóttin ger um seg, og hon segði, at uppskotið kemur í skugganum á korona.

– Løgmaður kundi valt at bíða til aftaná ólavsøku ella til korona hevur lagt seg aftur um. Eg síggi einki í uppskotinum, sum er tillagað føroysk viðurskifti, segði Kristina Háfoss.

Vilja vit veruliga tað á løgtingi? Eg fati tað ikki, segði hon.

Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum heldur, at tað snýr seg um, hvussu mann tulkar lógina. 

– Tað, sum hendan lógin ger, er, at hon ger tað greiðari, nær løgreglan kann traðka inn, og tað verjir okkum borgarar meira, segði hann og sipar til tað, at løgreglan við hesum kann gera húsarannsóknir, og at gamla lógin frá 1894.

Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, segði soleiðis:

– Vit kunnu ikki upá nakran máta fornokta veruleikan, at vit hava eina løgreglu í Føroyum, sum er danskt málsøki. Hetta uppskotið hevur fingið eina demokratiska viðgerð, segði hann.

– Tað er viktigt at undirstrika, at Føroya Politistafelag tekur fult undir við uppskotinum. Tað er beklagiligt, at Tjóðveldi brúkar hetta uppskotið til at rumbla við, tí tað er einki nýtt undir sólini við hesum. Rættartrygdin hjá okkum føroyingum verður betur, enn hon er í dag.

– Vit hava eina gamla lóg frá 1894, og eg kann ikki taka tað fyri fult, um Tjóðveldi heldur, at vit skulu halda fram við at brúka hesa lógina. Vit eru í 2020, segði Christian Andreasen. 

– Um eg skal taka tjóðveldi fyri fult, skal man so avtaka politiið í Føroyum? spurdi hann ironiskt.

– Tað er púra burtur við, at mann skal fara so langt burtur frá veruleikanum, segði Christian Andreasen.

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, vísti á, at tað er upp á tíðina at dagføra gomlu lógina. Eisini heldur hann, at uppskotið hevur fingið ta viðgerð, tað eigur at fáa, og hann skilir ikki atfinningarnar frá Tjóðveldi.

– Pástandir úr leysum lofti, segði løgmaður og sipaði til tað, sum Tjóðveldi segði um tær víðkaðu heimmildirnar, sum politiið skal fáa við hesum uppskotinum.