Politiið heitir á Vestmenningar um at leita í kjallarum

Politiið eftirlýsir eldri kvinnu í Vestmanna. Sóknast verður eftir 78 ára gomlu Honnu Christophersen á Niðaravegi í Vestmanna. Hon er seinast sædd í gjárkvøldið kl 22. Politiið heitir á fólk í Vestmanna um at leita í kjallarum, úthúsum, bilhúsum og aðrastaðni, har til ber at sleppa til. Konan er dement, og kann hava leitað sær inn onkustaðni Hanna er 150 sentimetrar høg og spinkul á vøkstri, gráhærd, og hevur helst einki á høvdinum. Hon er helst í bláum jakka og tuflum. Hon er dement, og veit tí helst ikki, hvar hon er.

Bjargingarfelagið, løgreglan og sløkkiliðið leita í løtuni eftir Honnu.

Veit nakar um hana at siga, boðið politinum frá á telefon 351448