Politiið brúkti piparspray

Fýra ung fólk vórðu í nátt tikin við høllina á Hálsi, har DJ-show var Politiið í Havn hevði í nátt ov mikið at gera av ólátaðum ungdómi, og tá ið summi ikki aktaðu, brúkti politiið vápnið piparspray.

Fýra ung fólk vórðu tikin við á politistøðina, har politiið vaskaði teimum um eyguni, áðrenn tey vórðu koyrd í brummuna.

- Tað gera vit bara, tá ið tey ikki fáast at akta, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Í miðbýnum var ein ungur maður eisini skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar við sínum ólátaða atburði.