Tað er munandi meira vandamikið at vera politist í USA, sum upplivir eina røð av skottilburðum, sum sára ella drepa politifólk. Tvey nýggj skotdráp á uniformeraðar politistar hava skelkað USA, sum seinastu tíðina hevur verið vitni til eina røð av drápum og drápsroyndum á politifólk.
Aftur í dag vórðu tveir politistar skotnir og dripnir undir einari politiaktión í St. Petersburg, Florida, meðan ein triði varð særdur. Tað hendi í sambandi við eina handtøku av einum manni, sum millum annað var eftirlýstur fyri grovan harðskap.
Maðurin goymdi seg í einum húsum og skjeyt við einum kraftigum automatiskum vápni, tá teir tríggir politistarnir royndu at handtaka hann.
Hetta er ein sorgarinnar dagur fyri St. Petersburg, segði borgarstjórin, Bill Foster við St. Petersburg Times.
Fyri fýra døgum síðani vórðu tveir politistar skotnir til deyðis í einari líknandi aktión í Miami býarpartinum, Liberty City. Tá varð tann mistonkti, sum skuldi handtakast fyri morð, sjálvur dripin.
Í gjár vórðu fýra politistar særdir, tá ein maður fór inn á eina løgreglustøð í Detroit, Michigan, og skjeyt móti hjáverandi politistunum. Maðurin, sum var í familju við ein dømdan fyri dupultmorð, var sjálvur skotin til deyðis. Sama dag vórðu tveir politistar særdir á einum parkeringsøki framman fyri ein Walmart handil í Port Orchard, Washington. Eisini her varð gerningsmaðurin dripin av skotum frá politinum.
Ein kvinnuligur politistur varð skotin í Lincoln City, Oregon, men roknað verður við, at hon kemur fyri seg.
Eingin almenn frágreiðing finst hví so nógvar skothendingar eru sum særa og drepa politistar.