Greinin er partur av eini greinarøð:
Vit eru fakfólk
Onki spreingiloyvi
Politi onga fráboðan
Hol á fleiri hús
- Hatta kenni eg onki til, er fyrsta viðmerkingin frá vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík um spreingingina á Eiði mánadagin.
- Tað er heilt ótrúligt, at tað ikki er meldað til politistøðina, sigur vakthavandi.
- So hava teir sikkurt valt ikki at blandað løgregluna uppí, soleiðis at teir standa betur í mun til tryggingina, sigur vakthavandi.
- Vit eru ikki serliga glaðir fyri, at fáa hetta at vita eitt døgn aftaná. Hvat skulu vit brúka tað til? Í fall at tað eru nøkur ting, sum skulu rættast, so kunnu vit fáa Arbeiðseftirlitið út. Tað er mest Arbeiðseftirlitið, sum skal hyggja har. Um teir meina, at sak skal koyrast móti viðkomandi, sum hevur ábyrgd, so skriva teir eina sak um tað, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík.
-hkm