Falska vangamyndin, sum politiið í Havn fekk lagt á Facebook fyri nøkrum døgum síðani, varð upprættað av einum ungum manni í Føroyum, skrivar Vp.fo. Kringvarpið visti harafturat at siga í morgun, at talan um ein mann, sum er eldri enn 15 ár, men yngri enn 18. Tá tað kom fram í gjár, at politiið hevði varðnast vangamyndina og heitti á fólk um at lata vera at brúka hana, tí hon var følsk, setti maðurin seg sjálvur í samband við politiið.
Mett verður, at vangamyndin er gjørd í óansni.
Vangamyndin er nú tikin av Facebook.