Polit­iskt trýst í sam­ráð­ing­um

- Sjálvandi vildu vit rokkið longri í hesum sam­ráð­ingum, men vit mugu ásanna, at sam­ráð­ing­ar­nar høvdu rent seg rætt­iliga fastar, og tá so stórt politiskt trýst varð lagt á manningarfeløgini, var ikki nógv at gera

Eyðstein Djurhuus, for­mað­ur í Føroya Skipara-og Naviga­tør­felag, sigur seg vera so nøkulunda nøgdan við semjuna, sum manningarfeløgini og fíggjarmálaráðið undir­skrivaðu seinnapartin fríggja­dagin.
- Enn er sjálvur sátt­málin ikki undirskrivaður. Tað nýggja, sum semja nú er fingin um í dag, verður bygt inn í verandi sáttmála, og síðan verður nýggj­ur fundur, har sjálv­ur trý ára sáttálin, sum nú er avtalaður, verður undirskrivaður.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Naviga­tør­­felag, dylur ikki fyri, at politiskt trýst hev­ur ligið yvir hesum sam­ráð­ing­ar­um­farinum.
- Nú hava partarnir góð­tikið ein sáttmála, har arbeiðstíðir verða broytt­ar í samsvar við tær nýggju altjóða hvíli­regl­ur­nar, sum eru settar í gildi. Tá tvey ár eru farin av sáttmálaskeiðnum, eru hesi viðurskifti komin upp á pláss.
Hann vísir á, at sam­bært semjuni verða strand­­fara­­leiðir ikki so hart raktar av einum møgu­­lig­­um verkfalli.
- Semjan byggir eisini á, at í framtíðini verður tað soleiðis, at eitt verkfall fram­vegis skal fráboðast 48 tímar frammanundan, og harafturat skal ein túr­ur siglast við øllum strand­fara­skipum um dagin, meðan verkfall er.
Eyðstein Djurhuus vísir á, at á leiðunum til Nóls­oy­ar, Kalsoynna og Sand­oyn­na skulu tveir dag­lig­ir túrar siglast, tá arbeiðs­steð­gur er - í upp til tríggjar vikur.
- Sjálvandi vildu vit rokkið longri í hesum sam­ráð­ingum, men vit mugu ásanna, at sam­ráð­ing­ar­nar høvdu rent seg rætt­iliga fastar, og tá so stórt politiskt trýst varð lagt á manningarfeløgini, var ikki nógv at gera.
Formaðurin í Før­oya Skipara-og Naviga­tør­felag sigur, at politiski myndugleikin framman­undan var klárur at leggja seg út í eitt møgu­ligt verkfall, og tá tað er útgangsstøðið, er greitt, at feløgini ikki stan­da ser­liga sterk í sam­ráð­ing­unum.
-­ Eg fegnist tó um, at nøk­ur ting komu upp á pláss - ella ávegis upp á pláss - í semjuni, sum undirskrivaðu fríggjadagin, sigur Eyðstein Djurhuus.