TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við venjaran hjá StÍF, Pola J. Hansen, aftaná 21-21 javnleikin millum H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var javnleikur 10-10.
- Áh sum hetta er troyttandi, greiðir ein vónbrotin Pole J. Hansen frá. - Vit høvdu teir í pottinum, staðfestir Pole um sigurin, sum glapp teimum úr hondum.
Pole heldur, at talan var um ein javnan fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki tók StÍF yvir, og megnaði at gagnnýta útvísingarnar, sum fullu til H71, men tað frustrerar Pola, at StÍF einki mál fekk teir seinastu seks minuttirnar av dystinum, hóast teir spældu seg til nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin. StÍF førdi eitt skiftið 21-17.